Serbiski tennisspælarin Novak Djokovic varð útvístur úr Avstralia í gjár og slapp hann sostatt ikki at luttaka í Australian Open, sum hann annars hevði vunnið seinastu trý árini. Sambært fronsku myndugleikunum kann Djokovic eisini enda við ikki at sleppa til French Open, sum verður í mai og juni.
Orsøkin til, at Novak Djokovic varð útvístur úr Avstralia var, at hann ikki er koppsettur fyri koronu, og við nýggju lógini um koppsetingarpass, sum júst er vorðin saktykt í Fraklandi, er ógreitt, um hann fer at kunna luttaka í fronsku kappingini.
Franska ítróttarmálaráðið sigur, sambært tíðindastovuni Reuters, at einki undantak verður gjørt í sambandi við nýggju lógini.
Nýggja lógin fer at krevja, at fólk skulu vísa prógv um, at tey eru koppsett fyri m.a. at fara á matstovu og til mentanar- og ítróttartiltøk.
Les eisini: Scott Morrison: Djokovic kann koma aftur í 2023
Les eisini: Franska tjóðartingið góðkent nýtt koppsetingarpass
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald