Fótbóltur

KÍ kann aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík

Fyrri røkkstøkkdysturin um pláss í Conference League-deildarspælinum byrjar klokkan 18.30 hóskvøldið. Dysturin móti Riga FC verður tann fyrsti dysturin so mikið seint í evropeiskari kapping, sum verður við Djúpumýru. FM1 sigur frá, og Portalurin fylgir gongdini tætt.

KÍ spældi móti Atert Bissen og her Kauno Zalgiris, í Champions League, í Klaksvík. Eftir evropeiskt rend til Tórsvøll vegna harraboð frá fútanum, tekur KÍ í morgin ímóti næstu evropeisku mótstøðuni í heimstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ spældi móti Atert Bissen og her Kauno Zalgiris, í Champions League, í Klaksvík. Eftir evropeiskt rend til Tórsvøll vegna harraboð frá fútanum, tekur KÍ í morgin ímóti næstu evropeisku mótstøðuni í heimstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-19 08:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur KÍ spælt heimadystir í 1. og 2. umfari í evropeisku kappingunum í Klaksvík.Tað hevur verið tað, sum loyvi hevur verið.

Men í summar varð kunngjørt, at KÍ við undantaksloyvi frá UEFA eisini kann spæla við Djúpumýru í 3. og 4. umfari (røkkstøkk/playoff), um talan er um Europa League ella Conference League. Tað vil siga fram til eitt møguligt deildarspæl.

Fyrstu ferð hetta skuldi roynast var í 3. umfari í Europa League, men løgregluvaldið stegðaði hesum - vegna mótstøðuliðið.

Mett varð at áskoðararnir hjá Lech Poznan kundu skapa so mikið av trupulleikum, at hetta fall undir ein "high-risk" dyst, har løgreglan millum annað krevur kamerarúm. Slíkt er ikki í Klaksvík men á Tórsvølli, og harvið spældi KÍ móti pólsku meistarunum í Havn fríggjakvøldið - og tapti 5-0 í flutta og útsetta dystinum.  

Sí eisini: Fútin blandar seg uppí evropeiskan fótbólt: KÍ noyðist á Tórsvøll av trygdarávum

Harvið er KÍ nú í Conference League, og síðsti møguleikin hjá Magnusi Powell og hansara monnum fyri at røkka deildarspæli er at vinna røkkstøkk-umfarið har.

Mótstøðuliðið er Riga FC. Lettisku meistararnir hava ikki nakað serliga villar "ultras", og tískil er eingin forðing fyri, at evropeiskur fótbóltur aftur verður við Djúpumýru hóskvøldið.

[object Object]
Mynd: ki.fo

Fyrri dysturin av tveimum millum KÍ og Riga byrjar klokkan 18.30 í morgin, hósdagin 20. august. 

Til ber at keypa atgongumerki á ki.fo

FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja við á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder