Fótbóltur

KÍ skal venda gongdini móti liðum úr Hvítarusslandi - skal halda góðu gongdini á heimavølli

Í fýra royndum hava føroysk feløg ikki verið nær við at komið víðari móti mótstøðu úr Belarus. KÍ hevur to ikki tapt í seks evropeiskum heimadystum og ein av teimum seinastu 16.

KÍ skal fyri fyrstu ferð spæla móti mótstøðu úr Hvítarusslandi. Tað hevur sum heild gingið niðureftir hjá liðum úr umstrídda landinum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skal fyri fyrstu ferð spæla móti mótstøðu úr Hvítarusslandi. Tað hevur sum heild gingið niðureftir hjá liðum úr umstrídda landinum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-05 12:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ skal í kvøld royna at skapa sær eitt gott útgangsstøði í 3. umfari í Conference League, tá Neman Grodno í kvøld vitjar í fyrra dystinum. Hetta verður á Tórsvølli, sum er einasti góðkendi føroyski leikvøllur so seint í evropeisku kappingunum.

Sí eisini: Tummas Lervig vóna at fáa umleið 2.500 áskoðarar á Tórsvøll

Síðani tapið í fyrsta evropeiska dystinum nakrantíð við Djúpumýru (RFS í 2021) hevur KÍ spælt átta dystir. Úrtøkan hevur verið seks sigrar og tveir javnleikir og útfrá tí seks víðari luttøkur.

Talan er harvið um ógvuliga flott hagtøl, og hóast KÍ nú "flytir" á Tórsvøll, so er ikki nógv at stúra fyri í mun til avrik har: Teir kongabláu taptu bólkaspælsdystin móti Slovan Bratislava har í november 2023, men tað er einasta tapið á Tórsvølli á Evropa har í átta royndum síðani 2020 (Dinamo Tbilisi, 6-1) KÍ fór út eftir brotsparkskapping móti Ballkani í 2022, men tá vann liðið 2-1 eftir vanliga leiktíð.

[object Object]
Tað var fullsett við Djúpumýru til seinna dystin í 2. umfari hóskvøldið. Bláa Bylgjan og hini koyrdu á, og tað endaði við 1-0 og víðari luttøku

[object Object]KÍ-fjepparar á Tórsvølli til Conference League-bólkaspælsdyst í 2023. Man vónar, at nakað yvir 2.000 áskoðarar vera til dystin í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)

Sí myndir frá venjingini - í Klaksvík - í gjár

Átta dystir - sjey tap

KÍ hevur ikki tapt í seks evropeiskum heimadystum og bert ein av teimum seinastu 16. 

Men í mun til hagtøl, so sær tað ikki líka gott út hjá føroyskum feløgum móti liðum úr Hvítarusslandi (Belarus):

Átta dystir, sjey tap og ein javnleik.

Málúrtøkan er heldur ikki pen, og í teimum fýra royndunum hava føroysk feløg (VB, Víkingur NSÍ x2) ikki verið nær námind at spælt seg víðari.

2001: VB í Champions League
0-5 móti Slavia Mozyr (Málleysur javnleikur á Tórsvølli í fyrra dystinum - einasta føroyska stigið higartil. Síðani 5-0 í nærum 40 hitastigum í Hvítarusslandi

2012: Víkingur í Europa League
0-10 móti FC Gomel (6-0 heima og 4-0 úti - Sølvi Vatnhamar brendi brotsspark næstan beinanvegin í fyrra dystinum. Síðani gekst bert ein veg. Gomel spældi móti Liverpool í 2. umfari)

2016 og 2017: Í 2016 vann Shakhtyor Soligorsk heili 7-0 samanlagt, men árið eftir skoraði Petur Knudsen gott frísparksmál í Minsk í fyrra dystinum. Tað var samanlagt 2-1, og NSÍ hevði útivallarmálið, tá Dinamo Minsk fekk reytt kort eftir bert fimm minuttir á Svangaskarði. Men útiliðið skoraði tvey mál og vann samanlagt 4-1.

Tøl FaroeSoccer

Harvið eru tølini ikki góð fyri føroysk feløg, men nógv er hent síðani 2017: Føroysku úrslitini eru betri, og seinastu árini hevur tað sum heild gingið verið hjá teimum úr Belarus.

Neman Grodno er í løtuni á 5. plássi í heimligu deildini og sló Koscice úr Slovkia út við teprum sigri í 2. umfari.

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.

Sí eisini: Hallur: Deildarspælið er stóra gularótin (Video)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder