
Í gjár kunngjørdi AB, at Allan Mørkøre er nýggjur høvuðsvenjari á Argjum. Klaksvíkingurin er harvið aftur á Argjum, eftir at hann í nøkur ár hevur verið
Í gjárkvøldið varð so kunngjørt, hvør avloysarin hjá Allani í Hoyvík er. Talan er um 35-ára gamla Leiv Simonsen, sum hevur eina fortíð sum millum annað U21-venjari í FC Hoyvík. Hann hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála í Hoyvík, har samanlagda felagið fer at eita "Fótbóltsfelagið Hoyvík".
Les eisini: Nýtt navn og nýtt búmerki í Hoyvik
Leivur Simonsen var meginpartin av árinum í fjør hjálparvenjari hjá Undrinum. Í vetur gjørdist hann UEFA A-venjari.
- Vit síggja fram í móti einum góðum og mennandi kappingarárið, har Leivur saman við okkara barna- og ungdómsvenjarum koma at mynda venjingarnar, skrivar fótbóltsfelagið í Hoyvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald