Fótbóltur

Liverpool skal svara aftur og basa grannunum

29. umfar - sunnudagur: Fyrsta uppgávan hjá Rodgers, London-uppgerð við Thames ánna og grannabrak í Liverpool.

Seinasta brakið um Liverpool varð avgjørt djúpt inni í yvirtíðini við einum av teimum løgnu málunum
(Mynd: EPA)

Seinasta brakið um Liverpool varð avgjørt djúpt inni í yvirtíðini við einum av teimum løgnu málunum (Mynd: EPA)

2019-03-03 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ein stórur Premier League-dagur, har Tottenham og Arsenal leiktu eitt inntenst og dramatiskt North London derby, Manchester-liðini vunnu og komu á ávíkavist 1. og 4. pláss, og Palace og Brighton vunnu týdningarmiklar botndystir. 

29. umfar - Leygardagur 02.03: 
Tottenham - Arsenal 1-1 (0-1) 
Bournemouth - Manchester City 0-1 (0-0)
Brighton - Huddersfield 1-0 (0-0)
Burnley - Crystal Palace 1-3 (0-1)
Manchester United - Southampton 3-2 (0-1)
Wolves - Cardiff 2-0 (2-0)
West Ham - Newcastle 2-0 (2-0)

Í dag verða tríggir dystir leiktir, har tveir teir seinnu fáa týdning fyri botnstríðið, topp-fýra og meistaraheiti:

29. umfar - Sunnudagur 03.03: 
12.00 Watford - Leicester (TV3 MAX/Viaplay)
14.05 Fulham - Chelsea (TV 3 +/ Viaplay)
16.15 Everton - Liverpool (6'eren /Viaplay)

Dagurin byrjar við, at Brendan Rodgers skal standa í síðulinjuni fyri Leicester á fyrsta sinni. Fyrrverandi Liverpool-venjarin skrivaði týsdagin undir trý-ára sáttmála við meistaranar frá 2016, og er harvið aftur í Premier League eftir tvey og eitt hálvt ár og nógv steyp í Celtic. Norðurírski venjarin hevur fingið kritikk, serliga ógvusligan frá Celtic-viðhaldsfólki, fyri at fara mitt í kappingarárinum. Leicester kann ástøðiliga náa Europa League-pláss, men dagsins mótstøðulið hevur betri møguleika fyri tí. Watford skal í dag reisa seg eftir stórtapið á Anfield mikukvøldið.

Fulham hevur eisini eitt nýggjan mann við róðrið í dag. 39-ára gamli fyrrverandi miðvallarin, Scott Parker, avloysir fyrrverandi Leicester-venjaran Claudio Ranieri. Parker hevur fyrr spælt fyir Chelsea, og skal í dag upp ímóti liðnum hjá Sarri, ið fekk ein frálíkan sigur á Tottenham í miðvikuni. Um Chelsea, sum í dag helst spælir uttan Kepa aftur, vinnur á botnliðnum og nábúgvanum, so bjóðar liðið av álvara av í stríðnum um topp-fýra.

Liverpool og Everton - stríðið um Liverpool. Nábúgvarnir spæla seinasta dystin í umfarinum, og har er nógv uppá spæl hjá Klopp og hansara monnum. Hetta er ein av stóru snávingarsteinunum á veg ímóti meistaraheitinum. Við sigrinum hjá City í gjár skal Liverpool vinna í dag fyri at taka oddasessin aftur. Tað verður ikki lætt, og tað verður allarhelst inntenst á Goodison. Seinast liðini hittust, avgjørdi Divock Origi dystin í 96. minutti, eftir at Jordan Pickford ikki megnaði at handfara støðuna. Klopp rann inn á vøllin at fegnast, hann fekk bót og Everton-venjarin hevur upp til hendan dystin sagt, at Liverpool feiraði málið og sigrin sum eina HM-finalu. 

Støðan: 

Manchester City

 

71 stig

2


Liverpool **

 

69 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

61 stig

4

Manchester United

 

58 stig

5

Arsenal 

 

57 stig

6

Chelsea *

 

53 stig

7

Wolverhampton 

 

43 stig

8

Watford **

 

40 stig

9

West Ham

 

39 stig

10

Everton ** 

 

36 stig

11


Leicester **

 

35 stig

12

AFC Bournemouth

 

34 stig

13

Crystal Palace 

 

33 stig

14

Newcastle 

 

31 stig

15

Brighton & Hove Albion **

 

30 stig

16

Burnley

 

30 stig

17

Southampton

 

27 stig

18

Cardiff

 

25 stig

19

Fulham **

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

 *Tveir dystir færr
** Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder