Hondbóltur

Lutakastið verður um eina viku

Hoyvíkskvinnur skulu spæla áttandapartsfinalur í European League í fyrru hálvu av januar.

H71 tryggjaði sær plássið við sigri við samanlagt trimum málum móti kekkiska Slavia Prague (Mynd: Sverri Egholm)

H71 tryggjaði sær plássið við sigri við samanlagt trimum málum móti kekkiska Slavia Prague (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-06 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 vann sunnukvøldið 29-24 í dramatiskum dysti móti Slavia Prague í høllini á Hálsi. Talan var um seinnu 1/16-finaluna í European League. Hoyvíkskvinnur taptu við tveimum málum kvøldið fyri, og harvið var trýst á, um H71 aftur í ár skuldi gerast millum tey seinastu 16 liðini í kappingini.

Tað eydnaðist eftir eitt frálíkt avrik, og eftir dystin fegnaðist tey í H71 sum verða man um at fáa møguleikan at halda fram og sleppa at spæla fleiri dystir á evropeiskum støði.

Sí eisini (video): 
Jana Mittún: - Gott við dystum á hægri stigi
Rúna: - Tað gevur nógv og vit menna okkum nógv
Venjarin var á føðideildini undir fyrra dystinum - eitt hendingaríkt vikuskifti

Tað verður í fyrru hálvu av januar 2023, at H71 skal spæla í kappingini aftur. Fyrru áttandapartsfinalurnar í European League eru á skránni um beint yvir ein mánaða, 7/8. januar - tær seinnu eftir ætlan eina viku seinni, 14/15. januar. 

Lutakastið til umfarið verður um eina viku, týsdagin 13. desember. H71 kann hitta liðum úr nógvum ymiskum londum, og tað er heldur ilt at meta um, júst hvar áleið eitt ynski/marrulutakast liggur.

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

European League 1/16-finala, seinni dystur
Høllin á Hálsi, 04.12
H71 - Slavia Praha 29-24 (15-14)

Dystargongdin:


5 min: 5-2
10 min: 6-2
15 min: 8-5
20 min: 13-8
25 min: 14-10

35 min: 16-16
40 min: 17-18
45 min: 21-20
50 min: 24-22
55 min: 27-24

Sí fleiri myndir frá dystinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder