11. mai 2013, Wembley Stadium. Manchester City tapir FA Cup finaluna fyri Wigan. 1-0 ósigurin kostar tveir dagar seinni hjá italska venjaranum Roberto Mancini, ið missir arbeiðið. Hann hevði helst hevði verið uppsagdur kortini, men hetta varð mønustingurin.
13. november 2017, San Siro. Italia og Svøríki spæla málleysan javnleik. Sviar vunnu 1-0 í fyrra play-off dystinum, og harvið sleppur Italia fyri fyrstu ferð í 60 ár ikki til HM.
Frá sorgardegnum í Milano er nógv hent hjá Gli Azzuri. Roberto Mancini varð settur í 2018. Stoltleikin hjá landsliðnum er enndurreistur, landsliðið hevur av álvara savnað fólki í summar, og Italia hevur ikki tapt í 33 dystir - tað er næstan í trý ár.
Italia var eisini í finaluni í 2012 kvøld, men einasta EM-gullið kom í 1968. Um tað endar við sigri, hevur 56-ára gamli venjarin, ið hevur flutt italska liðið á ymsan hátt, og millum annað spælir meira undirhaldandi enn vanligt, av álvara sett krúnina á glæsuligu endrurreisnuna hjá sær og Gli Azzuri.
Fyrsta bríksl á Wembley verður í kvøld klokkan 20. Tað verður Björn Kuipers, ið fer at floyta og stýra í London, har umleið 65.000 áskoðarar verða til staðar.
Á forsíðu okkara ber til at geva til kennar, hvørjum ein heldur við í EM-finaluni í kvøld.
Les eisini:
Veddingarfyritøkurnar hava Ongland sum lítlan favoritt
Chiellini: Leikararnir á bonkinum høvdu megnað at spælt Ongland í finaluna
Vóru nær við at gloyma Vialli eftir í Italia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald