Annað

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.330.000 kr.

Mynd: Einar Vang / Team Rynkeby Føroyar

Mynd: Einar Vang / Team Rynkeby Føroyar

2018-09-15 16:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen, á samkomu í Aulini í Finsen í dag.

Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.

Team Rynkeby vil við hesum miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis at vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder