Hondbóltur

Nú fara Føroyar veruliga eftir stigum

Lykladysturin í Luksemborg byrjar klokkan 17.45, og KVF vísir hann. Portalurin hevur beinleiðis tekstfrásøgn.

Føroyar vóru omaná fyri steðgin móti Íslandi og standa nú sum favorittar í Luksemborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar vóru omaná fyri steðgin móti Íslandi og standa nú sum favorittar í Luksemborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-28 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt er upp til eitt spennandi kvøld í Luksemborg, har Føroyar vitja og liðini sum so spæla um 3. plássið í undankappingarbólkinum. Innanhýsis dystirnir hesa vikuna avgerða, hvat lið fer at liggja í áhugaverdari støðu undan síðstu umførunum í EM-undankappingini. 3. plássið kann geva atgongd til endaspælið í desember.

Sambært veddingarfyritøkunum verður tað tó ikki ein so spennandi dystur. Hóast føroysku kvinnurnar ikki eru vanar við at vinna dystir í høvuðsundankappingum, og hóast tað er á útivølli, so eru Føroyar stórfavorittar hjá flestu veddingarfyritøkunum. Oddsini liggja millum 1,03 og 1,06 hjá nógvum, og er hetta ógvuliga lágt.

Tað er ikki altíð, at slíkt er so eftirfarandi, men metingin kemur helst av, at Føroyar eru á veg fram. Hetta vístu kvinnurnar millum annað móti Íslandi, sum leingi hevði stórar trupulleikar á Hálsi í oktober. Tað hongur eisini saman við, at Luksemborg er langt frá at vera eitt hondbóltsstórveldi: Liðið hevur higartil minus 40 í undankappingini og ikki síðani mai 2019 hevur kvinnulandsliðið hjá Luksemborg vunnið ein kappingardyst.

Sí eisini: Luksemborg hevur ikki vunnið ein kappingardyst síðani 2019

Fyri Føroyar snýr tað seg um at nýta sínar styrkir og at spæla við tolsemi. Hetta vísir landsliðsmálverjin Annika Fríðheim Petersen á í viðtalu við Portalin

Føroysku spælararnir spæla sum heild á hægri stigi og stóðu seg betri móti Svøríki og serliga Íslandi, enn Luksemborg gjørdi. Nú snýr tað seg um at royna at vinna sær tvey stig. Tað hava føroysku kvinnurnar ikki roynt í høvuðsundankappingardysti í nýggjari tíð - seinastu árini hava Føroyar vunnið nakrar dystir í undan-undankapping.

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
3. umfar, mikudagin 28.02
17.45: Luksemborg - Føroyar

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. Portalurin hevur beinleiðis teksdagføringar og samanumtøku.

Sí eisini: Tveir týðandi dystir móti Luksemborg í vikuni

[object Object]

Støðan í bólkinum

[object Object]
Føroyski spælarahópurin, umframt leiðararnir, í luksemborg (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder