Síðsti dysturin í 4. umfari - umfari nummar tvey - í Betrideildini er eisini tann størsti. Grannauppgerðin í Gundadali burdi verið karmur um undirhald, inntensitet og góðan fótbólt. Í øllum førum í løtum.
HB hevur sitið á hesum uppgerðunum seinastu árini og vunnið sjey út av teimum seinastu ellivur. Hetta vísti bolt.fo á í gjár. B36 hevur ikki vunnið seinastu ellivu grannauppgerðirnar - síðani 7. apríl í 2019 tá B36 vann 2-1 á HB í 4. umfari.
Um hugt verður eftir dómaraseðlanum frá tí dystinum, so eru ikki so nógvir spælarar eftir í teimum báðum hópunum: Teitur Gestsson, Adrian Justinussen, Dan í Soylu hjá HB - umframt Bartal Wardum og Hørður Askham ið nú eru skaddir - Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen og Andrass Johansen hjá B36. Ivasamt er, hvønn leiklut Andrass spælir í kvøld. Hann hevur verið skaðadarvaður leingi. Eykamálverjin hjá HB fyri fýra árum síðani, Mattias Lamhauge, er nú fyrsti málverji hjá B36 og landsliðsmálverji.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/05/27/890x590/1653680653b4usnx20az.jpg)
Mattias Heðinsson Lamhauge hevur seinastu tvey árini vart málið hjá B36. Hann er annars uppvaksin í HB (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá HB er talan um týðandi dyst, í mun til at staðfesta at munur er á grannunum og fyri at elta KÍ. Síðani 1. umfar hevur nógv neiligt prát verið um mest vinnandi føroyska felagið. Fyrst vann KÍ greitt á HB í venjingardysti á Tórsvølli, og í síðstu viku fór Jákup Martin Joensen, hjálparvenjari úr starvi. Órógv hevur verið í venjaratoyminum í HB, og spurnartekin hava verið sett við høvuðsvenjaran Dalibor Savic, ið tó tykist at hava stuðul í nevnd og spælarahópi. Nú skal tað snúgva seg um spælið.
B36 vann heldur óvæntað 3-0 á Víkingi fyri mánaði síðani. Árstalsfelagið hevur annars havt torført við at vinna dystir móti topp-trý liðum undir Dan Brimsvík, men tað bragdaði í 1. umfari. Nú skal styrkta B36-liðið royna at byggja uppá og stig í kvøld, serliga ein sigur, kundi verið eitt greitt tekin um, at B36 er nærri við oddin í ár. Hannes Agnarsson er aftur frá skaða, og nýggi áleyparin - Valerijs Sabala - hevur fingið loyvini uppá pláss. 
Portalurin verður til staðar til í Gundadali í kvøld. Vit hava myndir, dystarfrásøgn og síðani samrøður aftaná. Á forsíðu okkara ber til at fylgja gongdini. Hetta er í samstarv við dystir.fo 
Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Í dag, mánadagin, 3. apríl
18.00: B36 - HB
Í gjár, sunnudagin 2. apríl
ÍF - AB 2-0 (1-0)
11' Hans Jákup Lervig (Pól Jákup Lundsbjerg) 1-0
55' Hans Jákup Lervig (Jhon Mena) 2-0
Myndir: ÍF - AB
Hans Jákup Lervig: - Fantastiskt at skora og at fáa trý stig her í Fuglafirði
Henrik Larsen: - Lata ov løtt mál inn
KÍ  - EB/Streymur 1-0 (1-0)
16' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 1-0
07 Vestur - B68 1-1 (0-1)
1' Ragnar Samuelsen (Mohammed Samba) 0-1
81' Daniel Obbekjær 1-1
Les eisini: 
ÍF stóri sigursharrin pálmasunnudag
Eitt lið hevur fult stigatal fyri tveir dystir
Leygardagin 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0
Myndir: Víkingur - TB
Víkingur vant burturúr TB
Arnbjørn Svensson: - Hava bíðað leingi síðani vónbrotið móti B36
Poul Ingason: - Skulu tora nógv betri at spæla
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 6 stig
2. 07 Vestur 4 stig
3. Víkingur 3 stig
4. HB 3 stig *
5. B36 3 stig *
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig 
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig 
*Ein dyst færri
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald