Tá klokkan byrjar at nærkast 21.00 í kvøld, eru vit klókari upp á, um tað kann eydnast føroyska manslandsliðnum at spæla seg til EM-endaspælið næsta árið. Hetta hevur verið málið hjá Hondbóltssambandinum seinastu árini og dreymurin hjá spælarum, toymi og teimum, ið fylgja við.
Sigurin á Rumenia á heimavølli í síðsta mánaði var eitt umráðandi fet á leiðini, og móti Ukraina í kvøld er kravið ein sigur. Hetta kann vera nógv mikið til at tryggja 3. plássið í bólkinum, og um úrslitini laga seg í teimum báðum seinastu umførunum hesa vikuna, so gerast Føroyar ein av teimum bestu 3'arunum. Hesir koma til EM-
Londini hava spælt seks dystir sínamillum síðani januar 2018. Ukraina hevur verið omaná í øllum dystunum. Tó hevur bert eitt mál verið á muni í tveimum av dystunum - seinast á heimavølli í 2021. Elias Ellefsen á Skipagøtu er hesaferð við - var ikki við síðst móti Ukraina - og kann spæla í hægri gervi samanlagt enn móti Rumenia, viðmerkjarar meta, at Føroyar liggja betri til Ukraina nú, og føroyska liðið er fyri fyrstu ferð favorittur hjá veddingarfyritøkunum til ein EM-undankappingardyst.
Les eisini:
Føroyar eru í favorittleiklutinum
Fyri sjeyndu ferð móti Ukraina
Sjónbond:
Elias: - Konditiónin var ikki í topp seinast - tað følist væl nú
Video: - Hetta siga Julian og Mark um stórdystin í kvøld
Jónas Gunnarson Djurhuus og hinir vóru nær við í Royal Arena fyri fýra árum síðani, tá Ukraina vann við einum. Jónas er ein av teimum, ið er eftir frá tí dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Teis Horn Rasmussen var ein av teimum, sum vit fingu orðið á áðrenn venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar hava eisini bert vunnið tveir EM-undankappingardystir. Báðir hava verið á heimavølli - tann fyrri móti Kekkia í 2021 og tann seinni í síðsta mánaða móti Rumenia. Hetta eru søguiliga stórar hondbóltstjóðir, ið okkara menn hava koppað. Nú skulu teir taka sigur nummar trý, og kann heimavøllurin aftur gera mun. Tað varð skjótt útselt, og 1.700 áskoðarar, umframt nógvir miðlar o.a., vera í høllini á Hálsi í kvøld.
Peder Bredsdorff-Larsen hevur víst á, eins og viðmerkjarar, at verjan kann gerast lykilin í kvøld. At álopsspælið fer at eydnast væl, og at okkara fara at koma til nógv nógvar upplagdar málmøguleikar, tykist landsliðsvenjarin vísir í.
Sí eisini:
Landsliðsvenjarin: - Hugsavna okkum mest um verjuspælið
Teis: - Vóni at stemningurin verður so fantastiskur sum altíð
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ukraina byrjar klokkan 19. Krigvarpið vísir uppgerðina, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin hevur myndir, dystarfrásøgn, hagtøl og samrøður úr Høllini á Hálsi.
Hondbóltur
Nú skal tað verða
Føroyar skulu vinna fyri at halda lív í dreyminum og málinum um EM 2024. Tað er ikki eydnast at basa Ukraina í seks royndum seinastu árini.
Óli Mittún og hinir fyrireikaðu seg væl til venjingina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
2023-04-26 15:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald