Næstseinasta umfar í meginumfarinum í European League er á skránni í kvøld. Tríggir føroyskir spælarar skulu í eldin, og serliga nógv stendur á hjá tí yngsta.
Óli Mittún og IK Sävehof hava tapt báðar dystirnar í meginumfarinum, og harvið er tað nærum eitt krav, at oddaliðið í svensku deildini vinnur útidystin móti oddaliðnum í hesum bólkinum fyri at vera í góðari støðu til at enda minst nummar trý. Óli og hinir komu til Jútlands í gjár og spæla har í kvøld klokkan 17.45, har føroyingurin helst fær stóran leiklut.
Sí eisini: Óli var ótrúligur
Skjern vann 29-27 í Partille í síðstu viku og kann spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar í kvøld. Sävehof er eisini aftanfyri kroatiska Nexe. Eitt lið kemur beinleiðis víðari, og nummar tvey og trý skulu spæla play-off um fjórðingsfinalupláss. og tvey umfør resta í.
Støðan í bólkinum og dystarskrá (Skíggjamynd: eurohandball.com)
Hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin er ikki eins nógv trýst á, men týska høvuðsstaðarfelagið tapti tepurt á heimavølli móti Sporting CP í síðsta umfari. Í kvøld er oddasessurin í bólkinum uppá spæl í portugisiska høvuðsstaðnum, har Füchse skal fáa tamarhald á Costa-brøðrunum í bakketuni - annar er javngamal við Hákun, og hin er javngalam við Óla Mittún.
Hákun West av Teigum til EM í Berlin. Høgri vongurin kann fáa stóran leiklut í Lissabon í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun spældi fullan dyst á høgra vongi í dystinum millum liðini í síðstu viku, og Hans Lindberg spældi allar 60 minuttirnar í oddadystinum í Bundesliguni í Flensburg sunnudagin. Harvið er lagt upp til, at føroyski høgri vongurin spælir í kvøld - hann hevur spælt flestu minuttirnar í Europan League, sum Füchse kann spæla seg víðari í við at fáa stig í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.
Les eisini:
Füchse fekk javnleik í evstu løtu í Flensburg
European League: Tungt kvøld hjá føroysku landsliðsspælarunum
Støðan í bólkinum og dystarskrá (Skíggjamynd: eurohandball.com)
Havnarmaðurin í Flensburg-Handewitt skal í kvøld spæla móti serbiskum liði. Vojvodina er botnlið í bólkinum og vitjar oddaliðið. Jóhan á Plógv Hansen er fyrstaval á høgra vongi hjá týska stórfelagnum, ið kann tryggja sær pláss í fjórðingsfinalunum í kvøld, um úrslitini hóska til tað.
Allir dystirnir síggjast á www.handball-kanalen.tv - fyri eitt gjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald