Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
13. December 2024
-
13. December 2024 16:33
- Vit hava ein veruligan møguleika at spæla okkum til HM-endaspælið
Hetta ger styrkismetingin, staðfestir Claus Mogensen. Venjarin sigur við Portalin, at hann helst vil sleppa undan Kroatia, Serbia, Portugal og Norðurmakedónia í lutakastinum sunnudagin
-
-
12. December 2024
-
12. December 2024 10:50
Hálvfinalurnar hjá monnum eru so at siga uppá pláss
H71 og KÍF skulu spæla aðru steypahálvfinaluna, og tað verður mest sannlíkt Kyndil móti VÍF í hinari uppgerðini - Kyndil kann tryggja tað móti Team Klaksvík í kvøld. Bólkaspælið hjá kvinnum er í gongd aftur
-
-
11. December 2024
-
11. December 2024 13:18
Danmark spælir lagnudyst í kvøld
Kravið fyri at koma víðari er at fáa stig móti Niðurlondum í seinasta umfari í meginumfarinum. Noreg, Frakland og Ungan hava vunnið seg í hálvfinalurnar.
-
-
06. December 2024
-
06. December 2024 09:45
Fleiri Champions League-royndir til Hákun
Og Füchse Berlin fekk tættan sigur á Sporting CP - liðið fer at koma víðari í bólkinum men spælir framvegis fyri topp-tvey, sum gevur fyrimunir
-
-
05. December 2024
-
05. December 2024 18:02
Jana Mittún hevði flest upplegg av øllum í bólkaspælinum
Hon var eisini heilt ovarliga í málstigum. Pernille Brandenborg gjørdi sanniliga eisini bart í Basel - saman við millum annað føroysku málverjunum
-
-
-
05. December 2024 13:06
Turið takkar nú fyri seg á landsliðnum
EM-endaspælið gjørdist seinasta uppgávan hjá skjótt 30-ára gomlu havnarkvinnuni, sum hevur spælt næstflest A-landsdystir og skorað flest landsliðsmál. - Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt
-
-
03. December 2024
-
03. December 2024 11:49
Rakul byrjar í málinum í dag
Bæði hon og Annika hava staðið ógvuliga væl, og í dag koma helst fleiri nærskot, sigur Simon Olsen, hjálparvenjari. - Vit verða avbjóðaðar á ein annan í dag og skulu gera ógvuliga nógv ting røtt
-
-
-
03. December 2024 10:15
Seinasta uppgávan í bólkinum verður tann størsta
Danmark er víðari úr bólkinum og wr ein av størstu EM-gullfavorittunum. Føroyar skulu gera so at siga alt rætt fyri at bjóða Danmark av í Basel og skulu hava dirvi aftur at standa í støðuni
-
-
02. December 2024
-
02. December 2024 15:33
Jana hevur flest upplegg í EM - Súna hevði næstbesta málið í gjár
Jana Mittún og norska heimsstjørnan Henny Reistad eru millum tær vandamiklastu í hesum endaspælinum. Súna Krossteig Hansen skoraði týðandi mál við dundurskoti í gjár
-
-
-
02. December 2024 14:57
Pernille: - Tað serliga er ikki at spæla móti Danmark - men at spæla fyri Føroyar
Video: Føroyski liðskiparin og Brynja Høj spældu ein branddyst móti Kroatia. Tær líta aftur á ein serstakan dag og koma inn á nýggju tatoveringina hjá Jens á Skipagøtu
-
-
01. December 2024
-
01. December 2024 10:17
Rakul hevði eina av allarbestu bjargingunum í 1. umfari
Stórbjargingin hjá føroyska málverjanum móti Sveis var á topp-fimm listanum hjá EFH - sí hana her. Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen kunnu eisini fáa stóran leiklut í dag
-
-
-
01. December 2024 08:18
Skulu royna at knógva Kroatia seinnapartin
Tað verður tó ein stór uppgáva - bókstaviliga. Kroatia kemur við nógvari kropsligari styrki og væl hægri spælarum. Minsta tjóðin í einum EM-endaspæli skal klokkan 14.30 byrja betur enn í byrjanardystinum
-
-
30. November 2024
-
30. November 2024 17:42
- Skulu royna at kroysta Kroatia
Claus Mogensen hyggur fram ímóti dystinum í morgin, sum verður ein onnur avbjóðing. Venjarin hyggur eisini aftur á eina "villa uppliving" við huglagnum í høllini. Álopsspælið í fyrra hálvleiki var tó ikki nóg gott - hoyr ljóðsamrøðu
-
-
-
30. November 2024 14:58
Forkvinnan er rørd og errin
Video: - Tær lógu nærum niðri og bardu seg uppaftur, sigur Gunn Ellefsen, sum var mitt millum áskoðararnar til fyrsta endaspælsdystin hjá kvinnum. - Kendist sum vit vóru væl fleiri enn 400-500 fólk
-
-
-
30. November 2024 11:50
Video: - Skulu taka tað við at vit koma aftur í dystin
Bjarta Johansen og hinar vóru alt kensluraðið ígjøgnum í gjár. Hoyr roynda strikuspælaran seta orð á tapið fyri Sveis, fantastisku føroysku áskoðararnar og uppgávuna móti Kroatia sunnudagin
-
-
-
30. November 2024 07:43
Video: Hæddarpunkt frá søguliga dystinum í Sveis
Stórbjargingar hjá Rakul Wardum, afturvendanin og fyrsta føroyska endaspælsmálið, sum Lív Poulsen skeyt, eru millum góðu føroysku løturnar. Danmark vann greitt á Kroatia i hinum dystinum í bólkinum - Kroatia er á skránni sunnudagin
-
-
29. November 2024
-
29. November 2024 20:13
Video: - Noyðast at spæla væl í 60 minuttir
Og fyrri hálvleikur í dag kostar, tí vit fáa ikki álopi at koyra, staðfestir Rakul Wardum eftir 28-25 taptið. Málverjin stórspældi í seinna hálvleiki: - Havi altíð dámt væl nærskot, staðfestir havnarkvinnan smílandi
-
-
-
29. November 2024 19:52
Myndir: Rørdir føroyingar aftaná rutsjubanadyst
Føroyar taptu 28-25 móti Sveis í fyrsta EM-dystinum. Sí myndir úr Basel
-
-
-
29. November 2024 16:20
Myndir: Stórur spenningur millum føroyingarnir í Sveis
Fleiri hundrað føroyingar seta við sangi og øðrum dám á í økinum við St. Jakobshalle
-
-
-
29. November 2024 12:55
Simon Olsen: - Skulu stýra spælinum og síggja góðu støðurnar
Føroyska liðið í Sveis er sett. Elsa Egholm er nóg birg at byrja og fær stóran leiklur - Lív Zachariasen og Bjørk Joensen eru ikki við í dystarhópinum. Hjálparvenjarin setur her orð á dystarætlanina
-
-
-
29. November 2024 08:30
Søguligur føroyskur hondbóltsdagur í Sveis
Klokkan 17 bresta Føroyar saman við vertunum. Til ber at fylgja við seinnapartin og út á kvøldið á Portalinum. Kringvarpið vísir dystin
-
-
28. November 2024
-
28. November 2024 19:01
Turið Arge Samuelsen hevði ikki torað at droymt um hetta
Video: - "Professionaliseringin" hevur verið stór, ættarliðsskifti kom, og so birtist dreymurin. Vit skulu framhaldandi bróta mørk, sigur ein av royndastu landsliðsspælarunum dagin fyri EM-elddópin
-
-
-
28. November 2024 14:58
Myndir: Stórir dreymar í stóru sveisisku høllini
Føroyska liðið fínpussaði fleiri ting í St. Jakobshalle tíðliga seinnapartin. Aðalroyndin í einum EM-endaspæli hjá kvinnum stendur her í morgin, fríggjakvøldið
-
-
-
28. November 2024 12:54
Video: - Enn ikki heilt skilt at vit eru til EM
Vit skulu spæla við ferð og við fáum tekniskum villum í morgin, staðfestir Maria Pálsdóttir Nólsoy. Ungi spælskiparin setur orð á mennandi fyrstu tíðina í Danmark og tað at spæla fyri Claus Mogensen har eisini
-