Fótbóltur

Seinasta slagið skal standa í kvøld

B36 skal gera nakað, sum ikki er eydnast síðani í apríl 2019 fyri at røkka evropeiskum plássi. HB kann verja Løgmanssteypið og vinna steypagull nummar 30. Umleið 4.000 áskoðarar vera á Tórsvølli í kvøld.

HB hevur innanhýsis yvirtakið, men B36 vann, seinastu liðini hittust í einari steypafinalu og hevur tað meira uppá spæl í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB hevur innanhýsis yvirtakið, men B36 vann, seinastu liðini hittust í einari steypafinalu og hevur tað meira uppá spæl í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-02 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavn og Tórsvøllur fara seinni í dag at osa av finaluhuglagi, nú ársins seinastu dystur í Føroyum er á skránni.

Tað eru seks ár síðani, at stóru høvuðsstaðarfeløgini seinast hittust til finaluna um Løgmanssteypið. Tað var dramatiskt og minniligt, tá B36 basti HB í 2018.

Sí eisini: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni (video)

Sí eisini: Feløgini gera heilt nógv burturúr

Bæði feløgini hava upphitingar í Gundadali og har umkring frá klokkan 15 og stutt fyri klokkan 19 fara liðini á vøllin. Tey skulu spæla fyri umleið 4.000 áskoðarum.

Teir hjá B36 vita, at teir noyðast at vinna fyri at tryggja evropeiskt pláss - og milliónirnar. Ein sigur á grannunum kann bjarga kappingarárinum. B36 hevur ikki vunnið kappingardyst á HB síðani í apríl 2019.

Sí eisini:
Enevoldsen: - Steypasøgan móti HB seinastu árini er góð
Hannes: - Vit hava okkurt serligt til stórar dystir (Video) 

Tað er tó oftast javnt, og spurningurin er, nær tað kopppar yvir til hitt havnarfelagið aftur. HB skal forða fyri, at hetta hendir. HB hevur Conference League-pláss til 2025, men kann við sigri í kvøld kann liðið hjá Sormani leypa eitt umfar yvir og fáa 1,5 milliónir eyka (brutto) næsta ár.

HB verjir steypið og hevur vunnið trý av teimum seinastu fimm árunum. Felagið fer eftir 30. steypagullinum hjá monnum. Liðið hevur havt eitt betri kappingarár enn B36 og vunnið tvær av trimum dystum. Nú stendur endaliga slagið um steypið, Havnina og eyka milliónirnar, og lagt er upp til ógvuliga tættan dyst.

Sí eisini: 
Sormani: - At vinna steypið kann vera grundarlag fyri framtíðina
Teitur: - Hetta kann ikki blíva nógv størri (Video)



Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.

[object Object]Andrass Johansen hevur verið ivasamur, men hann hevur vant við í vikuni og fer at fáa leiklut. Sama støða er við norðmanninum Thomas Lillo, ið verður mettur at vera besti verjuspælari hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá fyrireikingunum hjá havnarfeløgunum lið um lið HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder