KÍ hevði trupulleikar við at selja atgongumerki til kvøldsins dyst. Umleið 1.000 atgongumerki vóru seld, áðrenn avgerð varð tikin um at bjóða ókeypis atgongd til dystin "fyri at hátíðarhalda 119-ára stovningardagin":
- Klaksvíkar Ítróttafelag var stovnað 24. august 1904, og í dag, 119 ár eftir stovningardagin, spælir besta mansliðið ein av sínum størstu dystum í søgu felagsins: play off í Evropa League. Hetta skal hátíðarhaldast, og tí býður føðingardagsbarnið fjepparum og fótbóltsáhugaðum í føðingardagsveitslu á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá ið KÍ og Sheriff Tiraspol hittast í play off umfarinum til Evropa League.
Les eisini: KÍ fyllir 119 í dag - bjóðar ókeypis atgongd til dystin í kvøld
Sum KÍ skrivar, so er tað ein stórur dystur fyri felagið - og fyri sovítt eisini fyri føroyskan fótbólt. KÍ spældi einasta play-off higartil í føroyskari fótbóltssøgu í 2020. Tá var bert ein dystur spældur í hvørjum umfari vegna korona. Hesin var í Dublin. Dundalk vann 3-1 og kom í bólkaspælið í Europa League.
Í kvøld er fyrsti play-off dystur á føroyskari jørð. Talan er um fyrra dystin í uppgerðini. KÍ kemur í eitt evropeiskt bólkaspæl óansæð samanlagda úrslitið. Tó er ein ávísur munur á Europa League og Conference League; í mun til marglæti og nógv annað.
Sí eisini:
Myndir: Til reiðar til play-off dystin
René Shaki Joensen: Spæla vit upp til okkara besta her ber alt til
Luc Kassi: - Vit vilja gera alt fyri at gera okkara fjepparar glaðar
Uppgávan verður á ymsan hátt tann størsta og torførasta higartil. Hetta segði Magne Hoseth í øllum førum í viðtalu við Portalin í gjár. Sheriff Tiraspol er so at siga eitt einaræði í moldovisku deildini og hevur spælt í nógvum evropeiskum bólkaspølum seinastu árini - millum annað vann Sheriff 2-1 á Real Madrid á Santiago Bernabeu í Champions League fyri tveimum árum síðani.
Sheriff er eisini stórfavorittur at fara víðari og ein rímiligur favorittur til dystin í kvøld. KÍ skal royna at fáa eitt gott útgantsstøði, men er nakað skert til dystin. Týdningarmiklir spælarar sita uttanfyri. Higartil hevur liðið hjá Magna Hoseth ikki tapt evropeiskan heimadyst í ár (javnleik móti Ferencvárosi og Häcken og sigur á Molde)
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
19.45: KÍ - Sheriff Tiraspol
Sjónvarp: KVF
Frásøgn: FM1
Portalurin verður á staðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald