Hondbóltur

Simon nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnum

29-ára gamli danin tekur við eftir Finn Hansson. Tað boðar HSF frá seinnapartin. Simon Olsen hevur royndir úr H71 og er eisini U20-landsliðsvenjari.

Simon Olsen var í starvi hjá H71 frá 2020 til í summar. Nú hevur hann fleiri spennandi uppgávur í Hondbóltssambandinum (Mynd: Sverri Egholm)

Simon Olsen var í starvi hjá H71 frá 2020 til í summar. Nú hevur hann fleiri spennandi uppgávur í Hondbóltssambandinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-15 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í oktober fer undankappingin til EM 2024 í gongd. Føroysku kvinnurnar leggja út við stórari uppgávu í Svøríki 12. oktober og taka ímóti Íslandi í høllini á Hálsi tríggjar dagar seinni.

Nýggur høvuðsvenjari er. Royndi danin Claus Mogensen hevur tikið við, og nú er greitt, at talan eisini verður um danskan hjálparvenjara. Hann er ikki eitt ókent navn í føroyskum hondbólti.

Simon Olsen var í Hoyvík í trý ár. Hann tók sær av ungdómsliðum hjá H71, besta mansliðnum og til endans besta kvinnuliðnum eisini. 29-ára gamli venjarin vann nógv gull við H71. Hann hevur eisini staðið á odda fyri 04- og 05-árgangunum hjá kvinnum. Liðið hevur stóra uppgávu seinni í ár.

Les eisini: Skulu stríðast um eitt HM-pláss í november

[object Object]
Simon Olsen undir leikbrái við tað sum tá var U19-kvinnulandsliðið (Mynd: EHF)

Tað fær Simon eisini við kvinnulandsliðnum. Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at Simon Olsen tekur við starvinum eftir Finn Hansson. Finnur hevur verið har í fleiri ár, men nú gekk sáttmálin út.

- Sostatt verður tað Simon, sum saman við Claus Mogensen, høvuðsvenjara, og Mladen Mjerimacka, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska kvinnulandsliðið í EM-undankappingini í vetur.

Nýggi hjálparvenjairn hevur tikið við starvinum. HSF hevur eisini kunngjørt í dag, at sølan av atgongumerkjum til fyrsta heimadystin, móti Íslandi 15. oktober, er farin í gongd.

Tey kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder