Hondbóltur

Skipagøta í Kiel

Navn og nummar er komið upp í skiftingarrúminum. Í Kiel gera tey klárt til nýggja spælaran, Elias Ellefsen á Skipagøtu.

(Mynd: THW Kiel)

(Mynd: THW Kiel)

2023-07-09 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í týska stórfelagnum THW Kiel eru tey nú av álvara farin undir fyrireikingarnar til kappingarárið og at fáa nýggja spælaran til felagið - nevniliga Elias Ellefsen á Skipagøtu.

[object Object](Mynd: THW Kiel)

Felagið hevur á Facebook lagt film út har navnið og ikki minst hansara nummar, 71, verður klistrað upp á skápið í skiftingarrúminum.






Vis dette opslag på Instagram











Et opslag delt af THW Kiel (@thwhandball)

21 ára gamli hoyvíkingurin hevur seinastu trý árini spælt við svenska IK Sävehof, men fer eftir summarsteðgin at royna seg í Kiel og Bundesliguni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Elias toppskjútti og besta miðja í U21-HM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder