Hondbóltur

Skulu standa ímóti trýstinum í Skopje

Um Føroyar tapa við seks málum ella fáa betri úrslit enn tað í kvøld, so er HM-plássið í hús. Tað kann tó krevja heilt nógv, sjálvt um útgangsstøðið er gott.

Óli Mittún hevði seks skot og skoraði seks mál mikukvøldið. Norðurmakedónia hevur helst eina øðrvísi loysn fyri at steðga 18-ára gamla hoyvíkinginum og hinum í royndini at koma til HM-endaspælið (Mynd: Sverri EgholmI

Óli Mittún hevði seks skot og skoraði seks mál mikukvøldið. Norðurmakedónia hevur helst eina øðrvísi loysn fyri at steðga 18-ára gamla hoyvíkinginum og hinum í royndini at koma til HM-endaspælið (Mynd: Sverri EgholmI

2024-05-12 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): - Tað merkist, at nógv er uppá spæl. Kanska ikki so nógv í sjálvum hópinum - huglagið á túrinum í gjár var lætt. Heilt nógvir føroyingar fylgdu við, tá flogførini, sum føroyska landsliðið skuldi sleppa úr Vágum við, royndu at lenda. Nógvir føroyingar eru her í býnum og væl fleiri sita spentir í Føroyum og fylgja við.

Sí eisini: 
Nú sleppur landsliðið endliga úr Føroyum
Landsliðið loksins komið til Skopje
Helgi Hildarson Hoydal - Hevur hóast alt verið hugnaligt at bíða

Eftir sigurin mikukvøldið er støðan hjá føroyingunum góð. Spurningurin er, um útgangsstøðið er nóg gott. Norðurmakedónar fara at koma við øllum, sum teir eiga í kvøld. Talan er um spælarar við altjóða royndum, og mál kunnu heintast skjótt í hondbólti.

Trýstið frá áskoðarunum verður eisini stórt. Heimavøllurin í Skopje gevur helst Kiril Lazarov og hansara monnum nakað eyka. Yvir 6.000 áskoðarar eru í teirra parti og fara at larma og annað.

Føroyingarnir skulu hugsavna seg um at gera sítt. Ymiskt skal rættast til frá dystinum mikukvøldið, og tað er umráðandi, at Føroyar ikki frá byrjan spæla beinleiðis fyri at tapa við fáum málum. Heldur skulu spælararnir hjá Peter Bredsdorff-Larsen gera sínar uppgávur og spæla uppá sínar styrkir. So eigur tað at røkka til eitt toluligt úrslit.

Sí eisini: 
Peter Bredsdorff-Larsen: - Sjey mál er nógv - og einki
Óli Mittún: - Hetta var bara fyrri hálvleikur

[object Object]Landsliðshópurin lendi við leiguflogfari umleið klokkan 23 lokala tíð. Fyrireikingarnar hava ikki verið tær allarbestu, vegna floglíkindini í Vágum, men tað kundi staðið væl verri til (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar hava ikki staðið seg væl á útivølli seinastu árini - íhvussu er ikki í mun til heimadystirnar. Norðurmakedónia stendur eisini sum ein lítil favorittur til hendan seinna dystin.

Seint fyrrapartin fer føroyska liðið stutta teinin yvir í dystarhøllina. Har vera nakrar rørslur og nakað av taktiskari fyrireiking. Síðani er tað yvir á gistingarhúsið aftur, har liðið fær dystarmáltið og hevur seinasta taktiska fundin áðrenn avgerandi HM-dystin. Hann byrjar í kvøld klokkan 18 føroyska tíð. Samanlagdi vinnarin fer víðari til endaspælið í januar 2025.

Portalurin er á staðnum í Skopje og hevur beinleiðis blogg og nógv ymiskt annað tilfar í dag. Norðurmakedónia – Føroyar sæst í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn, og jn.fo er eisini við.

Seinni HM play-off dysturin
Boris Trajkovski leikhøllin, Skopje - sunnudagin 12. mai
Norðurmakedónia (27) - Føroyar (34)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder