Tað er dagurin, ið hondbóltsáhugaði í Føroyum veruliga síggja fram ímóti. Serstakliga tey ið skulu luttaka í sjálvum finalunum. Rundan um verður nógv gjørt burtur úr, fyri at karmarnir skulu vera so góðir og eggjandi sum gjørligt.
Les eisini: - Ein fest og hæddarpunktið í hondbóltsárinum
H71 í 10 av 12 steypafinalum
Í fjør vóru stórir trupulleikar við serstaka gólvinum, og tað órógvaði báðar vaksnamannafinalurnar - serliga í byrjanini av kvinnufinaluni. Nú hevur Hondbóltssambadið syrgt fyri, at hetta ikki hendir aftur, og í høvuðsheitinum fær HSF fleiri og fleiri royndir, tí stóra steypavikuskifti, sum hevur heili tíggju ungdómsfinalur, er vorðin ein fastur táttur, ið er nakað serligt.
'
H71 og VÍF skulu stríðast um steypið hjá kvinnunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í seinnu hálvu av januar og higartil í februar hava finaluliðini stríðst fyri at komið hartil, sum tey nú eru. Talan verður um heilt ymiskar finalur hjá teimum vaksnu, ið seinnapartin leggja út. Hjá kvinnum er H71 við fyri fyrstu ferð. Hoyvíkskvinnur kunnu skriva nýggja søgu í dag, men tær skulu dystast við eitt VÍF-lið, ið er við fyri triðju ferð á rað, og sum hevur nógv fleiri royndir við leikarum sum Agnas Olsen, Duritu C. Jojic, Fríðu Petersen og Heidi Mariu Akselsen. H71 hevur annars havt takið á VÍF í landskappingini í ár – tríggir sigrar útav trimum gjørligum.
Les eisini: VÍF fyri áttandu ferð - H71 fyri fyrstu ferð nakrantíð
Ró Nielsen: -Fara at gera alt fyri at steypið endar hjá okkum aftur
Maria Halsdóttir Weyhe: Stórt at vera í steypafinaluni fyri fyrstu ferð
Elias á Skipagøtu er vanur at vera partur av steypafinaluvikuskiftinum, tí H71 altíð er so væl umboðað í ungdómsfinalunum. Nú skal 17-ára gamli spælskiparin royna seg í vaksnamannafinalu á fyrsta sinni. Talan kann gerast um ein heilt stóran H71-dag (Mynd: Jens Kr. Vang - frá seinnu hálvfinaluni sunnudagin)
Í mansfinaluni er H71 eisini við, fyri fjórðu ferð seinastu fimm árini. Kyndil er við triðja árið á rað – í 2018 vunnu tær grønu óvæntað á júst H71. Hesaferð er oddaliðið í landskappingini stórfavorittur, men teir grønu eru í mest vinnandi felagnum í føroyskum manshondbólti, og hóast teir liggja á einum 6. plássi í Okkara-deildini, so hevur steypakappingin eydast væl, og alt kann henda í Høllini á Hálsi í dag.
Les eisini: Mest vinnandi felagið í søguni skal dystast við nýggja stórfelagið um steypið
-Sjálvandi hava vit ikki gloymt finaluna í 2018
- Bartal Klein Olsen: Finaluplássið bjargaði kappingarárinum hjá okkum
Vit verða til staðar frá byrjan og hava myndir og samandrátt av dystunum. So skjótt sum finalurnar eru av fáa vit viðmerkingar,
Dystarskrá fyri finaluvikuskifti:
Leygardagur 15. februar
Kl. 13.30 Kvinnur H71 – VÍF
Kl. 16.00 Menn Kyndil – H71
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b
Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald