5. desember. Jólini nærkast. Ein tíð har annað enn ein dystur á føroyskum leikvølli plagar at vera fylla nakað. Men 2020 hevur verið so øðrvísi á nógvan ymsan hátt, og í dag spæla HB og Víkingi finaluna um Løgmanssteypið á Tórsvølli.
Í 2006 varð finalan ikki leikt fyrrenn 14. oktober - eina viku áðrenn landskappingin endaði - tá B36 basti KÍ 2-1 frammanfyri stórari mannfjøld á Ovara Vølli í Gundadali. Tá høvdu mál um leikaraloyvi seinkað steypakappingina í fleiri mánaðir, men tá varð hon leikt, áðrenn jólapyntið var komið upp og fyrstu lúkurnar í jólakalendarunum vórðu latnar upp.
Í ár var tað koronastøðan, ið fekk FSF at taka avgerð um, at avgerandi dystirnir í steypakappingini skuldu leikast, eftir at landskappingin var av. Hetta er nakað nýtt í Føroyum, og tað varð gjørt í øllum deildum, og av tí at Betrideildin hjá monnum í ár strekti seg inn í november, og at landsdystir síðani vóru á skránni, so eru vit her í dag.
Løgmanssteypið er uppá spæl, og HB jagstrar sína fyrstu greipu síðani 2004. Fyri Vìking er eitt evropeiskt pláss uppá spæl. Liðið endaði triðja árið á rað á 5. plássi, og harvið varð steypakappingin einasti vegur út í Evropa. Í seinastu viku koppaði Víkingur fyrst TB og síðani B36, men nú verður bitin størri. Eydnast tað felagnum at vinna steypakappingina á sætta sinni, so merkir tað heiður, fleiri pening og fleiri ítróttarligar avbjóðingar komandi ár.
Vinnur HB, so fer seinasta evropeiska plássið til KÍ, ið endaði nummar trý í Betrideildini, og sum hevur bíðað eftir sínari lagnu í ein mánaði - síðani Delphin Tshiembe í seinastu løtu við Djúpumýru javnaði fyri HB í seinasta umfarið og harvið sendi silvurið til Runavíkar.
Les eisini: HB greitt yvirtak á Víkingi seinastu trý árini
Feløgini gera nógv burturúr
Hittast fyri triðju ferð í steypafinaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald