Síðst í januar gjørdist greitt, at Føroyar í mai skulu spæla móti Norðurmakedónia í play-umfarinum í HM. Eitt á pappírinum gott lutakst hjá føroysku monnunum, sum skulu vinna samanlagt yvir tveir dystir fyri at koma til HM-endaspælið, ið verður leikt í Danmark, Noreg og Kroatia í januar 2025.
Les eisini:
Norðurmakedónia á skránni í mai
Gott og torført: Landsliðsvenjarin setur orð á lutakastið
Endalig dagfesting er nú komin á teir báðar avgerandi dystirnar. Hondbóltssamband Føroya skrivaði fyri lítlari løtu síðani, at heimadysturin verður spældur í Havn mikudagin 8. meðan útidysturin verður sunnudagin 12. mai í Skopje.
Tá lutakastið hevði verið skrivaðu fleiri spent fólk á sosialu miðlunum nærum beinanvegin um atgongumerkjasølu: Nær hon mundi fara at byrja. Umleið 1.800 pláss eru í Høllini á Hálsi til slíkar dystir, og tað verður heilt víst gravgangur til týðandi dystin hjá liðnum, sum allarstørsti parturin av føroyska fólkinum fylgdi tætt í januar.
Nú er greitt, at man kann sita til reiðar á atgongumerki.fo í næstu viku - um ellivu dagar:
- Atgongumerkini til HM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Norðurmakedonia koma til sølu fríggjadagin 23. februar klokkan 12.00 á atgongumerki.fo, skrivar HSF.
Heimadysturin byrjar klokkan 19 mikudagin 8. mai. Tað er ikki endaliga greitt, hvat klokkan dysturin í Skopje sunnudagin 12. mai verður. Sum skilst ætla fleiri føroyskir fjepparar sær við at stuðla manslandsliðnum í stríðnum um HM-atgongumerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald