Tveir dystir í Burn-deildini vórðu spældir í gjárkvøldið. Í dystinum í Høllini á Hálsi vann H71 heilt sum væntað greitt á botnliðnum Kyndli, men í Vestmanna stóð Team Klaksvík fyri óvæntaðum úrsliti.
VÍF er annars rímiliga greitt oddalið og kundi økja, eftir at KÍF tapti fyri Neistanum mikukvøldið. Heimaliðið hevði eisini eina leiðslu meginpartin av dystinum, men Team Klaksvík var væl við í fyrra hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, bendi lítið á at klaksvíkingar fóru at fáa stig burturúr, og 45 minuttir og 17 sekund vóru farin økti VÍF fyri fyrstu munin upp í sjey mál.
Teir á útiliðnum fullu tó ikki í fátt, og skoraðu tey næstu fýra málini. VÍF fekk als ikki bilbukt við klaksvíkingar í verjuspælinum, og leikbrá og annað hjálpti ikki. Fýra minuttir fyri tíð javnaði ungi Mortan Rasmussen, og hálvan minutt seinni legði Jens Pauli Poulsen (fyrr Mohr) Team Klaksvík á odda fyri fyrstu ferð síðani heilt tíðliga í dystinum.
Endin gjørdist ein gysari. Liðini skiftust um at skora, og vóru tað Jens Pauli og Team Klaksvík sum í síðsta álopinum fingu síðsta orðið. Seks sekund fyri tíð fall skotið og harvið avgerðin, og Team Klaksvík vann á oddaliðnum, hóast tað sá ógvuliga tungt út - í einari høll, har lutfalsliga unga hondbóltsfelagið vanliga hevur tað ótrúliga trupult.
Úrslitið merkir, at bæði tey fremstu liðini í Burn-deildini taptu hetta umfarið - og er hetta serliga gott fyri H71 - Team Klaksvík fer frammum StÍF og er nú á 5. plássi. Liðini, ið enda millum nummar trý og seks eftir grundspælið spæla fyrst fjórðingsfinalur, áðrenn nummar eitt og tvey koma inn í hálvfinalunum. Til ber at lesa meira um kappingarleistin her. Trý umfør eru eftir av grundspælinum.
Burn-deildin menn
Í gjár, hósdagin 02.03
VÍF - Team Klaksvík 29-30 (14-11)
Toppskjúttar: Hallur Arason 7 mál, Jens Pauli Poulsen og Jóhan í Garðastovu 5 mál
Sí dómaraseðilin her
Kyndil - H71 18-31 (11-15)
Toppskjúttar: Borgar Sveinsson 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 6 mál
Sí dómaraseðilin her
Mikudagin 03.03
Neistin - KÍF 29-27 (10-10)
Toppskjúttar: Ísak Vedelsbø 8 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál
Sí dómaraseðilin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald