Fyrsta umfar í Betrideildini er útsett eina viku, og tað ger at øll umførini aftaná tað, fram til og við 7. umfar, flutt eina viku.
Hetta boðaði Fótbóltsamband frá í gjárkvøldið. Fríggjakvøldið varð annars boðað frá, at allir dystirnir fóru at verða leiktir, tó uttan áskoðarar. Hetta orsaka av tilmælinum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi coronavirusinum.
Les eisini: Landsstýrið ræður frá at halda tiltøk fyri fleiri enn 500 fólkum
Eingin fótbóltur í Føroyum í morgin
KÍ og HB spældu stórsteypadyst týskvøldið, men hjá øllum hinum liðunum er nú ein vika ella meira liðin síðani seinasta venjingardyst. NSÍ og ÍF gjørdu skjótt av, og feløgini boðaðu áleið ein tíma eftir fráboðanina frá FSF á sínum Facebook-vangum frá, at venjingardystir verður í Runavík millum feløgini klokkan 15.00 í dag. ÍF skuldi vitja í Sarpugerði í dag, og NSÍ skuldi taka ímóti Skála.
NSÍ skrivar:
" Vit heita á fólk um at hugsa um Coronavirusið og at hugsa um heilsuna. Tó eru øll vælkomin til dystin"
Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at B36 og EB/Streymur hava avtalað venjingardyst eisini. Hann verður klokkan 12.15 í Gundadali. Árstalsfelagið skuldi spæla í Klaksvík móti KÍ, og EB/Streymur skuldi spæla móti HB.
Júst HB og B36 gjørdu í gjárkvøldið vart við sína ónøgd viðvíkjandi tilgongdini hjá FSF í avgerðini um at útseta 1. umfar.
Les meira:
-Hetta sømir seg ikki einum fótbóltssambandið
HB undrast eisini á avgerðina hjá FSF
Fótbóltur
Tveir venjingardystir verða leiktir seinnapartin
B36 tekur ímóti EB/Streymi klokkan 12.15, og ÍF vitjar við Løkin klokkan 15.
NSÍ skuldi taka ímóti Skála seinnapartin í 1. umfari í Betrideildini. Ístaðin verður talan um venjingardyst móti Skála. NSÍ boðar frá, at áskoðarar eru vælkomnir men mælir til varsemi (Mynd: Sverri Egholm)
2020-03-08 08:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald