Annað

U19: Endaðu við teprum tapi fyri Kasakstan

Alma Kentsdóttir og Jónas Djurhuus vunnu í blandaðum tvímansleiki, men tað endaði 1-3, og harvið endaði føroyska ungdómslandsliðið í badminton nummar 38 til HM fyri lið.

Føroyski hópurin í Kazan (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Føroyski hópurin í Kazan (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2019-10-04 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið í badminton hevur seinastu dagarnar roynt seg til HM fyri lið í Kazan í Russlandi.

Føroyska liðið hevur stríðst væl ímóti sterkum tjóðum. Týsdagin eydnaðist tað hjá Jónasi Djurhuus og Ara Miné Jacobsen at vinna sín dyst í dystinum móti Uzbekistan

Í gjár vunnu Føroyar greitt á Armenia í plaseringsdysti. Síðani var seinasti dystur á skránni. Hann var ímóti Kaskstan, og hann var um 37. plássi. Tað byrjaði væl - við sigri til Almu Kentsdóttir Mohr Petersen og Jónas Djurhuus í blandaðum tvímansleiki. Setúrslitini vóru 21-10, 21-18.

Í hinum dystunum endaði tað við teprum tapum. Ari Miné Jacobsen tapti 2-1 í einmansleiki - triðja setti endaði 21-23. Alma tapti eisini 2-1 í einmansleiki. Jónas og Árant á Mýrini kundu javnað út, men teir taptu í einum sera spennandi dysti, ið eisini endaði 2-1 til Kasakstan.

Føroyar endaðu nummar 38 útav 43 londum til ungdóms-HM. Badmintonssamband skrivar, at føroyska liðið menti seg væl ígjøgnum kappingarnar

Føroyski hópurin ið luttók til HM

Alma Kentsdottir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF

Sissal Thomsen, HBF

Jónas Djurhuus, HBF

Ari Miné Jacobsen, KBF 

Lena Maria Joensen, KBF

Árant á Mýrini, MBF

Landsliðsvenjari er Sune Gavnholt, og ferðaleiðararnir á túrinum vóru Kent Pedersen og Erik Engelbrecht Thomsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder