Tá ein nýggj undankapping hjá U21 byrjar, eru fleiri leikarar á vøllinum, ið tað hevur verið lítið ella einki at sæð til í hesum høpinum áður. Orsøkin er, at tveir árgangir - í hesum førinum leikarar ið eru føddir í 1998 og 1999 - skulu skiftast út, tí teir eru vorðnir ov gamlir.
Tá Føroyar og Armenia spældu í gjár varð søga skrivað, tá Áki Debes Samuelsen, ið fylti 17 ár tann 17 apríl, varð skiftur inn eftir ein tíma. HB-leikarin er yngsti leikarin nakrantíð á U21-landsliðnum.
Les eisini: Yngsti-madur á U21-landsliðnum
Leikarin, ið Áki avloysti á høgra kanti, er eisini uppvaksin í HB fyri tað allarmesta. Símun Sólheim er trý ár eldri enn Áki og spælir nú fast í EB/Streymi. Símun spældi sín fyrsta U21-landsdyst í gjárkvøldið, og tað gjørdi fimm afturat honum og Áka.
Bárður á Reynatrøð helt málið reint. Leirvíkingurin var í fjør leigaður út til Skála og hevur í ár vart málið hjá barndómsfelagnum Víkingi væl. Hann var á bonkinum til fleiri dystir í seinastu undankapping, og tað vóru Pætur Turiðarsson Skipanes úr NSÍ og Noah Mneney úr Víkini, ið báðir eisini hava fingið sítt gjøgnumbrot í Betrideildini. Noah spældi 82 minuttir í gjár á sentrala miðvøllinum - Pætur spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki.
17-ára gamli Áki Samuelsen...
...sum avloysti Símun Sólheim
Pætur Skipanes saman við Atla Gregersen eftir seinasta bríksl (Myndir: Sverri Egholm)
Børge Petersen spældi eisini fullan dyst. 19-ára gamli miðverjin hevur fyri tað mesta verið at sæð á 1. deildarliðnum hjá KÍ. Hetta var fyrstu ferð, at klaksvíkingurin var á U21-landsliðnum í samband við kappingardyst, og hann avloysti Andrias Edmundsson, ið var skaddur.
Í 87. minutti varð Ingi Jonhardsson skiftur inn. Hetta var eisini fyrstu ferð, at víkingurin var á U21-landsliðnum.
Hesir spældu á U21-landsliðnum fyri fyrstu ferð í gjár:
Bárður á Reynatrøð, Noah Mneney og Ingi Johhardsson, Víkingur
Børge Petersen, KÍ
Pætur Turiðarsson Skipanes, NSÍ
Símun Sólheim, EB/Streymur
Áki Debes Samuelsen, HB
Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Armenia
Jonn tryggjaði Føroyum trý stig í fyrstu royndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald