Fótbóltur

Váttað: Sleppa at spæla evropeiskar dystir í Føroyum í summar

Fyri løtu síðani hevur FSF fingið boðini frá UEFA. Tað skrivar bolt.fo. NSÍ hevur heimadysti 8. juli, KÍ 15. juli, og HB ólavsøkudag.

HB og KÍ skulu spæla minst ein heimadyst í Conference League í juli. Hjá HB verður tað í Gundadali ólavsøkudag - hjá KÍ verður tað við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

HB og KÍ skulu spæla minst ein heimadyst í Conference League í juli. Hjá HB verður tað í Gundadali ólavsøkudag - hjá KÍ verður tað við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-24 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tjúgu døgum síðani fekk Havnar Bóltfelag at vita frá UEFA, at koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League undan-undankappingina. Knúturin var serliga tann, at um ein leikari hjá vitjandi liðið fær staðfest smittu, skal allir hópurin í sóttarhald. Hetta hendi í fjør - tvær ferðir - hjá Slovan Bratislava, ið skuldi spæla ímóti KÍ í Champions League.

HB misti heimavøllin, og týskvøldið varð liðið sligið út móti meistaraliðnum í Andorra í hitanum og á grasi í Albania.

Les eisini: HB megnaði ikki at spæla seg víðari í Champions League

Vandi hevur verið fyri, at KÍ og NSÍ - og HB - fóru at missa rættin at spæla heimadystirnar í UEFA Conference League, ið verður á skránni í juli. Men eftir drúgt samskiftið millum FSF og evropeisku fótbóltssamgonguna, hevur FSF nú fingið váttan frá UEFA fyri, at altjóða dystirnir vera í Føroyum. 

Tað skrivar bolt.fo

Endalig útmelding kemur frá UEFA seinni í dag ella í morgin, skrivar NSÍ, men tað er endaliga staðvest, at leikt verður í Føroyum í summar.

Hetta kann fáa stóran týdning fyri føroysku liðini. Dystirnir í  fyrsta umfari verða leiktir 8. og 15. juli. NSÍ spælir á heimavølli, á Svangaskarði, 8. juli, meðan KÍ spælir í Riga. Eina viku seinni skal KÍ spæla sín fyrsta evropeiska dyst nakrantíð við Djúpumýru. Tá vera helst eini 1200-1300 sitipláss tøk við Djúpumýru, og tey seinastu 200-300 koma uppá pláss stutt aftaná - arbeiðið er fult í gongd í løtuni. 

Les eisini: NSÍ og Honka hava býtt um heimadyst

HB kemur inn í øðrum umfari, sum ein av tapandi liðunum í Champions League undanumfarinum. Greipuvinnararnir skulu spæla móti HJK Helsinki ella Buducnost Podgorcia. Útidysturin verður 22. juli og heimadysturin eina viku seinni - ólavsøkudag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder