22-ára gamli Mikeal Anderson spælur til dagliga við FC Midtjylland. Hann skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál fyri Íslandi í kvøld, tá hann við vinstra beininum á vakran hátt sendi bóltin uppum Teit Gestsson í føroyska málinum.
Hetta gjørdist einasta málið í venjingardystinum millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli.
Mikeal Anderson skoraði hegnisliga fyri Ísland. Hann hevur spælt fyri AGF sum heilt ungur - síðani U14 hevur álopskendi leikarin verið FC Midtjylland-leikari
Eftir dystin fingu við orðið á fryntliga málskjúttan, ið er føddur í Reykjavík, men sum hevur búð í Danmark, síðani hann var níggu ára gamal og harvið tosar flótandi danskt.
Mikeal hevur eisini danskan ríkisbordgararætt og hevur spælt tveir ungdómslandsdystir fyri Danmark. Tó valdi hann Ísland, tá hann kom í U21 aldur. Mamman er íslendks - pápin er úr Jamaica.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini rann kviki kantspælarin, ið varð skiftur inn stutt áðrenn, væl "inn í bóltin", sum varð lagdur væl av til hann eftir gott snarálop. Mikeal Anderson royndi seg við sínum "skeiva beini" - vinstra beinið og gjørdist dystaravgerandi.
Sí eisini:
Myndir frá dystinum
Føroyar høvdu spælið - Ísland fekk málið
Hallur: Besti dystur hjá okkum undir Håkani
Jákup: Vit høvdu uppiborið at vinna
Tó var hann ikki nøgdur við dystin. Hann segði millum annað við Portalin, at Ísland ikki heilt fekk sítt spæl at koyra - Føroyar harafturímóti flutti bóltin væl, og tað sást, at liðið hevur funnið ein leikhátt, sum hóskar væl til leikararnir. FC Midtjylland-leikarin kennur nakrar av teimum aftur frá donskum fótbólt. Hann sigur seg vera bergtiknan av føroyska liðnum, ið hevði uppiborið meira, tá tað kemur til úrslit.
Mikeal Anderson og teir á íslendska liðnum hava nú fokus á at byggja uppá við nýggja venjaranum. At koma til endaspøl er altíð málið - tó skal eitt nýtt lið á ein hátt spælast saman nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald