
- Fysiskt hava vit "bygt uppá", og vit hava bara koyrt á í øllum dystunum.
Óluva Allansdóttir Joensen staðfesti nakrar minuttir eftir, at FM nummar seks seinastu sjey árini kom í hús, at KÍ-liðið hevur verið betri fyri í 2025 enn í 2024.
KÍ vann einki steyp í fjør, og HB vann steypafinaluna í september, men í landskappingini bar á mál hjá sigursvanda felagnum. Málverjin sigur við Portalin, at hetta var ein hørð kapping, og at talan var um hjá forloysing hjá føroyameistarunum.
- Vit skulu fegnast um hetta her, og so halda fram næsta ár. Tá vilja vit eisini vinna steypakappingina, staðfestir 23-ára gamla klaksvíkskvinnan.
Hoyr samrøðuna við landsliðsmálverjan, sum nú hevur vunnið seks FM-heiti, ovast.
Sí eisini: KÍ hevur tikið føroyameistaraheitið aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald