15. oktober 2019 fekk ein rímiliga ungur, og tekniskt ógvuliga sterkur, bakkur sín fyrsta dyst á føroyska A-landsdyst. Talan var um ein heimadyst móti liðið, har Føroyar vóru ein lítil favorittur. Frammaundan var eingin sigur komin í hús í undankappingini, men tað gjørdi tað hetta kvøldið, tá Jóannes Kalsø Danielsen kom væl ígjøgnum sín fyrsta A-landsdyst.
Síðani gingu næstan 23 mánaðir til Føroyar aftur vunnu ein undankappingardyst og ein heimadyst, har nógvir áskoðarar vóru til staðar...
Les eisini: Fyrsti sigurin í undankappingini komin í hús
Í kvøld endurtók søgan seg á nógvan hátt. 23-ára gamli Daniel Johansen. sum kom inn í hópin uppá avboð fyri viku síðani, fekk sína debut, og spældi væl á vinstra bakki. Talan gjørdist um 90 minuttir, og tað endaði við trimum stigum, so tað snúði seg um at njóta løtuna - og tað er eingin ivi um, at HB-leikarin elskar fótbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald