Fótbóltur

Video: - Føli at eg eri blivin ein betri spælari

Tað sigur Meinhard Egilsson Olsen, ið hevur spælt nógv undir nýggja venjaratoyminum, og sum er byrjaður heilt væl í Bryne. Hann vil gjarna byggja uppá stiman, og sigur at liðið skal venja nøkur ting ordiliga ígjøgnum næstu dagarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-02 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24-ára gamli Meinhard Egilsson Olsen hevur undir Håkani Ericson fingið sítt landsliðsgjøgnumbrot. Seinasta árið hevur skjóti og kraftmikli vongurin/áleyparin spælt níggju landsdystir og hann fekk sítt fyrsta mál á A-landsliðnum, tá hann tryggjaði Føroyum javnleik í fyrsta HM-undankappingardystinum í Moldova í mars.

Meinhard hevur eisini fingið eina góða byrja í Bryne. Uppflytarnir hava sjey stig fyri fýra dystir, og álopskendi føroyski leikarin hevur tvey mál og tvey upplegg í næstbestu norsku deildini.

Í samrøðu við Portalin beint undan venjingini í Gundadali í dag, segði fyrrverandi NSÍ og B36-leikarin millum annað, at hann følir at hann hevur flutt seg sum leikara seinastu tíðina, og at hann nú  veruliga vil byggja uppá og geva sítt íkast til landsliðið.

Um venjingardystirnar móti Íslandi, fríggjakvøldið, og Liktinstein, mánadagin, segði Meinhard, at liðið nú hevur ein góðan møguleika at venja og royna nøkur ting við minni váða og trýsti á. Eitt, sum er serliga umráðandi, er at gerast betri til at hótta mótstøðuliðið meira.

Hoyr samrøðuna við Meinhard Olsen ovast.

(Video) Mattias Lamhauge: Ein stór løta at fáa boðini um úttøkuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder