Hondbóltur

Video: - Skulu serliga fáa skjóta álopsspælið at koyra

Tað sigur Niklas Gaard frá føroyska U19-landsliðnum, sum í morgin setur hol á HM-endaspælið móti Burundi. Eitt ókent mótstøðulið, men Føroyar hugsavna seg um egið spæl, sigur høgri vongurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-01 23:28 Author image
Egin Tollaksson Kass
placeholder

Hann er uppvaksin í Neistanum, men var á eftirskúla í Danmark í 2021/2022 og hevur síðsta árið spælt við Bjerringbro-Silkeborg. Niklas Gaard føldi seg til reiðar at umboða Føroyar til HM, tá Portalurin tosaði við hann eftir venjing undan fráferð.

Høgri vongurin var eisini spentur, og vit koma helst at siggja nógv til hann frá vonginum. Niklas er varin, í mun til at úttala seg um málið fyri endaspælið, men Føroyar skulu helst víðari úr bólkaspælinum, staðfesti Niklas.

Hann setur eisini orð á, hvussu liðið kann gera hetta. Fyrsti dysturin í Kroatia byrjar klokkan 18 í morgin, mikdagun 2. august. Youtube-rásin hjá IHF stroymir dystin. Portalurin verður á staðnum frá hósdegnum.

Sí eisini: 
Myndir: Ungu hondbóltsharrarnir til reiðar til HM
Ísak Vedelsbøl undan Kroatia: Kitlar í kroppinum (Video)
Hjalti Mohr Jacobsen: - Kunnu spæla upp móti teimum stóru
Marginalar kunnu verða avgerandi í einum HM-endaspæli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder