- Hetta er ótrúliga stórt.
29-ára gamli Viljormur Davisen var føroyskur liðformaður í fyrra hálvleiki og skoraði seinasta málið í tí, sum harvið gjørdist ein metsigur, við tryggum brotssparki.
Myndir: Føroyar - Liktinstein
Føroyar settu met
Hetta var landsliðsmál nummar tvey hjá bakkinum út Saltangará. Hitt skoraði hann eisini úr ellivu metrum - tað var í Rumenia í 2019.
- Nú fingu vit so straffi aftur, og tað er øðiliga spennandi at skjóta straffi - stórur kjansur at skora - so tað var ein stór gleði at bólturin fór inn, og serliga tá tað ger, at vit fáa eitt met. So tað var øgiliga stuttligt.
Viljormur eftir brotssparksmálið í Rumenia..
Bakkurin eftir 5-1 málið í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)
Viljormur helt annars, at føroyska liðið spældi ov seint og blakaði ov nógvar bóltar burtur í keðiligum økjum fyrstu tjúgu minuttirnar. Men aftaná 0-1 málið kom gongd á, og liðið skapti nógvar málmøguleikar, sum fokus var á áðrenn dystin.
Viljormur legði upp til 1-1 málið, ið Klæmint Andrasson Olsen skoraði. Teir báðir hava spælt nógv saman í NSÍ á yngri árum.
Í heyst verða avbjóðingarnar nakað væl størri enn Liktinstein, men vit skulu ikki smæðast burtur men royna at vísa líknandi góðar taktir við bóltinum, sigur Vejle-leikarin til endans.
Sí eisini:
Brandur: Tað er deiligt og serligt at skora á landslidnum
Håkan: Glaður fyri at leikararnir standa saman og venda dystinum skjótt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald