Hondbóltur

VÍF tók stórt fet móti finaluplássi

Vestmenningar hava nú tveir dystarbóltar á heimavølli. Team Klaksvík var á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men stríddist fyri at hanga í eftir steðgin. Mladen í málinum og effektivt álopsspæl hjá VÍF gjørdu mun.

Team Klaksvík helt Halli Árason frá at skjót aso nógv útifrá - kortini skoraði kvívíkingurin átta mál í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Team Klaksvík helt Halli Árason frá at skjót aso nógv útifrá - kortini skoraði kvívíkingurin átta mál í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-13 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF hevur nú annað beinið í FM-finalunum. Hetta kann helst staðfestast eftir sigurin hjá vestmenningum í Klaksvík í kvøld. Tað var annars heimaliðið, ið hevði leiðsluna meginpartin av fyrra hálvleiki, og Team Klaksvík stíddist eisini væl eftir steðgin: Munurin gjørdist tó ov stórur; samlaða góðskan hjá VÍF og teir røttu marginalarnir vóru partar av muninum.

Tað vóru nógv fólk og nógvur larmur í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld. Vestmenningar vóru komnir talsterkir, og nógvir norðoyingar vóru komnir at stuðla liðnum, sum annað árið á rað er í FM-hálvfinalunum. Í fjør tapti Team Klaksvík stórt móti H71 í hálvfinalunum – í fyrstu hálvfinaluni hesuferð fekk liðið bjóðað vinnaranum av grunspælinum upp til dans.

[object Object]
Tað var so gott sum fult á vestaru síðu - her er bólkurin, har heimaáskoðarnir sótu (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Áskoðararhjá vestmenningum fegnast (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Ungu vestmannadreingirnir vóru áhaldnir við trummunum og við rópum (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Klaksvíkingarnir koyrdu eisini á hinumegin (Mynd: Sverri Egholm)

Heimaliðið tók skjótt eina leiðslu við tolnum og klókum álopsspæli, stinnari verju og góðum bjargingum frá David Henigman. Hesi leiðsluni slepti Team Klaksvík sjálvdan fyri steðgin. Hetta hóast spælið til tíðir gjørdist heldur stirvið, og at VÍF ansaði væl eftir Jens Paula Poulsen, ið ikki slapp til nógv. Nikolay Bliznov fekk nógv mál við sínum hamara av einum høgra armi, og Team Klaksvík var á odda við einum í steðginum.

Hjá VÍF haltaði eitt sindur, í mun til fáa spælt stórskjúttarnir Hall Árason og Filip Jojic upp til skot. Team Klaksvík hugsavnaði seg um at steðga hesum, og Filip kom ongantíð av álvara í gongd í dag. Ístaðin megnaði VÍF at brúka vengurnar og til tíðir strikuna væl. Hallur hevði eisini fleiri góð gjøgnumbrot av høgra bakki, og Hanus Christophersen kom eisini inn og bjóðaði verjuni væl av við sínari ferð.

[object Object]
Tað gekk mangan hart fyri seg, og Team Klaksvík-verjan var stinn stóran part av fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Nicolay Bliznov bankaði bóltin í VÍF-málið fleiri ferðir í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, í stórum stíli á strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

Skjótt og fjølbroytt álopsspæl hjá útiliðnum syrgdi fyri, at VÍF skjótt tók leiðsluna í seinna hálvleiki, og tað tykiskt ikki eins torført at koma til góðu skotstøðurnar. Leysu bóltarnir, ið heimaliðið javnan fekk væl fatur á í fyrra hálvleiki, endaðu nú heldur hjá vestmenningum. David í Team Klaksvík-málinun fekk ikki fatur á nógvum, og í hinum endanum var Mladen Mjerimacka komin inn. Hann hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina – í kvøld órógvaði beinanvegin Team Klaksvík.

VÍF hevði eina leiðslu á 2-4 mál størsta partin av hálvleikinum, men heimaliðið helt allatíðina eitt sindur fast í spenninginum. Eina løtu gjørdi strikuspælarin Beinir Johannesen lívið veruliga trupult hjá VÍF, ið eisini varð nakað órógvað av útvísingum, og Team Klaksvík kom á minus tvey. VÍF tók leikbrá, fór til eina meira álopskenda 5-1 verju, ið eisini riggaði væl fyrr í dystinum og fekk síðani nøkur týðandi mál, ið punkterðu dystin.

Hjá klaksvíkingum er tað nú tungur burður. Teir skulu vinna tvær ferðir í Vestmanna fyri at koma í finalurnar. VÍF kann avgerða alt sunnukvøldið. Liðini hittast aftur klokkan 19 sunnudagin 16. apríl í høllini í Vestmanna.

[object Object]

[object Object]
Tað vóru teir í gulum og bláum - og áskoðarar teirra - ið kundu fegnast eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

FM Hálvfinalur 1

Í dag, hósdagin 13. apríl
Team Klaksvík – VÍF 25-31 (14-13)

Toppskjútti: Hallur Árason 8 mál 


Dystargongdin: 
5 min: 3-1
10 min: 3-4
15 min: 7-5
20 min: 9-8
25 min: 12-10

35 min: 16-17
40 min: 17-20
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 25-28

Útvisingar:
TK: 3
VÍF: 7

Í gjár, mikudagin 12. apríl
Neistin – H71 28-21

Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 9 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál - Bogi Hansen 8 mál

Sí dómaraseðil her

Sí eisini: 
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Myndir: Neistin - H71 hálvfinala

Samrøður:
Tróndur Kragesteen: Vóru eina tonn skarpari - Sasha var heilt stóri munurin
Pauli Jacobsen: - Tapa ov nógvar nærdystir

Seinna hálvfinalurnar 
Leygardagin 15. apríl
18.00: H71 - Neistin

Sunnudagin 16. apríl
19.00: VÍF - Team Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder