Fimm ferðir áður er fótbóltsstoltleikin í Eysturkommunu komin víðari í Evropa. Aðru ferð var fyrra helming av juli í 2014.
Fyri tíggju árum síðani, 10. juli 2014, skoraði Andreas Lava Olsen til 1-1 í 88. minutti á Sloka leikvøllinum í Lettlandi. Harvið tryggjaði leirvíkingurin, sum júst hevur lagt gaggurnar á hillina, víkingunum plássið í 2. umfari í Europa League. Víkingur hevði vunnið fyrra dystin móti Daugava 2-1, Lava og Finnur Justinussen skoraðu á Svangaskarði, útivallarmál taldu, so málið hjá "Lava-manninum" í Lettlandi var ógvuliga virðismikið.
Andreas Lava Olsen fagnaður fyri eitt av sínum málum í 2022. Fyri tíggju árum síðani skoraði hann evropeisk mál (Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Lava stillar nú gaggurnar
Víkingur kom eisini víðari úr 2. umfari móti Tromsø. Hetta var søguligt fyri føroyskan fótbólt - at eitt felag spældi seg víðari tvær ferðir sama summar.
Nú skal liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen royna at koma viðari til 2. umfar í Conference League. Í Víkinga-leguni nevna teir, at samanlagdi ósigurin í 1. umfari í kappingini í fjør skal vaskast av. Hetta nevndi Arnbjørn Svensson í samrøðuni við Portalin týsdagin.
Sí eisini: Arnbjørn Svensson: Hevði verið ein super byrjan uppá G!
Jóhan Petur Poulsen til venjingina í Sarpugerði týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
Eins og í 2014, endaði útidysturin 1-1. Nú eru útivallarmál tó ikki við, og tað er seinni dysturin, sum verður á heimavølli - ikki á Svangaskarði, men í Klaksvík.
Víkingur stendur sum favorittur til dystin, men tað verður helst ein tættur dystur móti Liepaja, ið hevur styrkt seg nakað í seinastuni.
Stendur á jøvnum eftir 90 minuttir aftur í dag, skal vinnarin finnast í longdari leiktíð og møguliga brotssparkskapping. Vinnarin av hesari uppgerðini skal møta belgiska Gent í 2. umfari, har fyrri dysturin verður í Belgia um eina viku.
Portalurin verður á staðnum í Klaksvík við trimum fólki. Vit fara at hava beinleiðs blogg, har gongdin verður lýst í teksti og myndum. Eisini hava vit samanumtøku, samrøður og annað.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18.07
19.00: Víkingur - Liepaja (1-1)
Sí eisini:
Myndir: Víkingarnir venja til evropeiska lagnudystin
Kringvarpið vísir Víking - Liepaja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald