Tað var ikki spælandi í Bergamo mikukvøldið orsakað av kava, og tískil varð avgerandi dysturin um 2. plássið í bólki F útsettur í næstan ein samdøgur.
Roynt varð at rudda vøllin í Bergamo mikukvøldið, men tað var ov nógvur kavi
Tað var Villareal, ið hevði fyrimunin undan dystinum, og longu í 3. minutti varð 0-1, og tá Arnaut Danjuma fimm minuttir inn í 2. hálvleik skoraði sítt seinna mál í dystinum var 3-0. Ein annar fyrrverandi Premier League-leikari, Etienne Capoue, skoraði til 2-0 tríggjar minuttir fyri steðgin.
Tað var ein ov tungur vegur aftur hjá Atalanta, ið skuldi vinna fyri at koma víðari. Heimaliðið fekk minkað niður í 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir, og so kom nakað av spenningi í aftur, men Villareal fekk rímiliga trygt 2. plássi í bólkinum og harvið atgongumerki til áttandapartsfinalurnar.
Danjuma skoraði tvær ferðir í Bergamo í gjárkvøldið
Liðið, ið vann Europa League í summar, skal harvið spæla Champions League í februar og mars - Atalanta er eitt av átta liðum, sum skal spæla í Europa League ístaðin.
Hesi eru víðari í Chmapions League - lutakast verður mánadagin 13. desember klokkan ellivu
Bólkavinnarar (Styrkismett í lutakastinum mánadagin): Manchester City, Liverpool, Ajax, Real Madrid, Bayern München, Manchester United, Lille og Juventus
Tvey'arar (Ikki-styrkismett í lutakastinum mánadagin): PSG, Atlético Madrid, Sporting CP (Sportling Lissabon), Inter Milan, Benfica, Villareal, RB Salzburg, Chelsea
Hesi liðini endaði nummar trý í sínum bólki og skulu harvið spæla í Europa League
Trý'arar: RB Leipzig, FC Porto, Borussia Dortmund, Sheriff Tiraspol, FC Barcelona, Atalanta, Sevilla, Zenit St. Pætursborg
Les eisini: Barcelona sligið út úr Champions Leauge
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald