Hondbóltur

Avgerðin kann fella um vikuskiftið

Hálvfinalur nummar tvey í Burn-deildini eru á skránni í morgin og sunnudagin. VÍF er greiður favorittur at spæla seg í finaluna – lagt er upp til brak í Hoyvík í annaðkvøld.

Blaðungu Ísak Vedelsbøl (nr.47) og Sasha Lacok í málinum gjørdu stóran mun móti H71 í fyrstu hálvfinaluni, har steypavinnararnir høvdu ávisar trupulleikar (Mynd: Sverri Egholm)

Blaðungu Ísak Vedelsbøl (nr.47) og Sasha Lacok í málinum gjørdu stóran mun móti H71 í fyrstu hálvfinaluni, har steypavinnararnir høvdu ávisar trupulleikar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-14 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks mál í Klaksvík og átta mál í Høllini á Hálsi. So stórur var munurin á máltalvunum í fyrstu hálvfinalunum hjá monnum. Munurin var í roynd og veru ikki so stórur gjøgnum dystirnar.

Klaksvíkingar vóru á odda tað mesta í fyrra hálvleiki móti VÍF og við einum í steðginum. Vestmenningar vóru omaná eftir steðgin, men Team Klaksvík var á minus tvey, tá fáir minuttir vóru eftir. VÍF stongdi tó dystin, og tað merkir, at teir í gulum og bláum hava tveir dystarbóltar á heimavølli.

Sí eisini:
VÍF tók stórt fet móti finaluplássi
Myndir: Team Klaksvik - VÍF hálvfinala

Sjúrður Olsen. - Gott at vit funnu rætta spenningsstøði til hesa hálvfinaluna
Beinir Johannesen: - Vit kunnu spæla fult upp ímóti vestmenningum

Tað er ein tungur burður hjá Team Klaksvík at skula vinna tveir dystir í Vestmenna. Tað eydnaðist at vinna dystin í grundspælinum har, men klaksvíkingar skulu nú grava djúpt. Teir hava víst góðan hugburð og stríðsanda seinastu dystirnar og fingu eisini hótt VÍF, men tað er eingin ivi um, at góðskan í spælinum hjá VÍF kann vera ógvuliga høg. Tá Filip Jojic ikki fekk málini í gjár, traðkaðu fleiri aðrir til, Hallur Árason sá vælupplagdur út, og Mladen Mjerimacka var aftur at síggja í málinum við fleiri góðum bjargingum. Nógv bendir á, at VÍF tekur finaluplássið sunnukvøldið.

[object Object]
David Henigman og hinir hjá Team Klaksvík skulu royna at steðga Halli Árason og hinum í gulum og bláum (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvíkingar høvdu trupult við at skora meginpartin av hálvfinaluni á Hálsi. Ungi málverin Sasha Lacok stóð ein frálíkan dyst, og í álopinum stóðu yngri sum eldru fyri góðsku. Neistin tykiskt at hava meira yvirskot enn H71, men nú hava steypavinnararnir møguliga tveir dystir at avgerða tað heima í

Tað er eitt krav fyri hoyvíkingar, at teir vinna í annaðkvøld. Til tess at tað skal eydnast, skulu hoyvíkingar stilla verjuna á øðrvísi hátt í nøkrum førum, Pauli Jacobsen skal hava ein góðan dyst í málinum, og tamarhald skal fáast á stóra og sterka Ísak Vedelsbøl á strikuni. Loysnir skulu eisini finnast í álopsspælinum - hjá Neistanum snýr tað sum at halda fram á somu leið. Í síðstu viku eydnaðist at koppa StÍF á útivølli, og nú skulu teir í bláum halda høvdið kalt í møguliga avgerandi dysti um finalupláss.

Sí eisini: 
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Myndir: Neistin - H71 hálvfinala
Tróndur Kragesteen: Vóru eina tonn skarpari - Sasha var heilt stóri munurin
Pauli Jacobsen: - Tapa ov nógvar nærdystir


Portalurin verður á staðnum í Hoyvík í annaðkvøld og í Vestmanna sunnudagin. Haðani hava vit ymiskt tilfar. Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum eru eisini á skránni um vikuskifti - meira um tað seinni. 

FM-hálvfinalur nummar tvey 
Leygardagin 15. apríl
18.00: H71 - Neistin

Sunnudagin 16. apríl
19.00: VÍF - Team Klaksvík


FM Hálvfinalur 1

Hósdagin 13. apríl
Team Klaksvík – VÍF 25-31 (14-13)

Toppskjúttar: 
Kristian Joensen og Hallur Árason 7 mál 

Dystargongdin: 

5 min: 3-1
10 min: 3-4
15 min: 7-5
20 min: 9-8
25 min: 12-10

35 min: 16-17
40 min: 17-20
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 25-28

Útvisingar:

TK: 3
VÍF: 7

Sí eisini: 
VÍF tók stórt fet móti finaluplássi
Myndir: Team Klaksvík - VÍF hálvfinala

Samrøður:
Sjúrður Olsen. - Gott at vit funnu rætta spenningsstøði til hesa hálvfinaluna
Beinir Johannesen: - Vit kunnu spæla fult upp ímóti vestmenningum

Mikudagin 12. apríl
Neistin – H71 28-21

Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 9 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál - Bogi Hansen 8 mál

Sí dómaraseðil her

Sí eisini: 
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Myndir: Neistin - H71 hálvfinala

Samrøður:
Tróndur Kragesteen: Vóru eina tonn skarpari - Sasha var heilt stóri munurin
Pauli Jacobsen: - Tapa ov nógvar nærdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder