Fótbóltur

Evropeiska summarið verður skjótt til heyst

Nú er eitt føroyskt lið eftir: KÍ hevur nú fyrra eyka møguleikan í Europa League. Nøkur føroysk stig komu í hús móti stóru mótsstøðuliðunum í vikuni.

Adolfo Sormani og spælarar hansara heilsa uppá kroatisku stjøruna Ivan Raktitic, sum kom inn fyri Hajduk Split á Tórsvølli í 0-0 dystinum í gjár. Tað vóru heilt stórar uppgávur og serstakar upplivingar hjá føroysku feløgunum í 2. umfari í Conference League og Champions League (Mynd: Tórir Photo)

Adolfo Sormani og spælarar hansara heilsa uppá kroatisku stjøruna Ivan Raktitic, sum kom inn fyri Hajduk Split á Tórsvølli í 0-0 dystinum í gjár. Tað vóru heilt stórar uppgávur og serstakar upplivingar hjá føroysku feløgunum í 2. umfari í Conference League og Champions League (Mynd: Tórir Photo)

2024-08-02 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var kalt at vera til heimadystirnar hjá HB og Víkingi í gjárkvøldið, serliga hjá teimum sum vóru til Víking - KAA Gent í Klaksvík, og í dag oysregnar í fleiri støðum í landunum.

Ta summarið, sum vit nú einaferð hava havt, er helst av, og evropeiska summarið hjá flestu føroysku feløgunum liðugt - hjá tí síðsta verður tað nú longt men heldur øðrvísi. 

B36 fór út úr 1. umfari í Conference League móti lettiska FK Auda uttan at gera ein vørr - uttan at skora nakað mál ella fáa eitt evropeiskt stig. Hetta var fyrstu ferð síðani 2019, at B36 luttók í evropeiskari kapping uttan at koma víðari minst einaferð (felagið ikki við í 2021 men annars øll hini árini)

[object Object]
Eitt veðurbart ár at vera B36'ari. Magne Hoseth megnaði ikki at peika rætta vegin, so B36 kom víðari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]HB var í fleiri førum nær við at skora í gjár og harvið vera nær við at av álvara skaka Hajduk Split. Tað endaði tí 0-2 samanlagt (Mynd: Tórir Photo)

Nakað betri gekst grannunum í Gundadali, sum eftir eina tunga byrjan í Split annars bjóðaðu kroatiska stórfelagnum av. HB fekk heldur ikki nakað mál, men tað var ikki tí, at møguleikar trutu á Tórsvølli í gjár, har teir í reyðum og svørtum vóru leikliga omaná. HB fekk eisini eitt evropeiskt stig.

HB kom inn í 2. umfar í Conference League sum steypavinnari og er eftir 0-2 samanlagt liðugt í kappingini. Adolfo Sormani og hansara menn kunnu tó taka avrikið og "úttrykkið" seinastu tríggjar hálvleikirnar við sær.

Sí eisini: 
Nógvur roykur - einki mál
Gattuso er fegin - blandaðar kenslur hjá Sormani
Ási og Ejvind: - Vit eru omaná - men taka ikki av møguleikunum
Fleiri myndir frá dystinum

Víkingur byrjaði í 1. umfari og spældi seg víðari við samanløgdum 3-1 sigri á Liepaja úr Lettlandi. Teir úr Eysturkommunu byrjaðu eisini flott í Belgia: Jørgen Nielsen legði útiliðið á odda, og Víkingur fekk mál kolldømt, sum ikki varð rætt dømt.

Síðani vísti Gent tó sína styrki og við einari blanding av skjótum spæli, einstaklingagóðsku, nøkrum mistøkum hjá Víkingi og bíligum brotssparki, skoraði belgiska stórliðið samanlagt sjey ferðir móti oddaliðnum uppá 150 minuttir. Víkingur kundi - og burdi - lagt seg á odda tvær ferðir í Klaksvík í gjár, men uppgerðin doyði.

[object Object]
Jørgen Nielsen - her við stórum møguleika í seinna dystinum. Gent vann 3-0 í Klaksvík í gjár, har øll málini komu seinasta hálva tíman (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Mótbrekkan gjørdist ov brøtt: 3-0 til Gent við Djúpumýru
Jørgen Nielsen: - Ikki trupult at halda góða hýrinum uppi
Ingi Jonhardsson: - Óneyðug mál til útiliðið
Myndir: Víkingur tapti í regninum

Samanumtikið fekk Víkingur tó eitt fínt evropeiskt summar. Liðið kom víðari einaferð og tapti so móti yvirveldinum. Har vóru evropeisk stig og ein munagóð inntøka í at koma víðari.

Tað gav eisini HB eina munagóða peningaupphædd at vinna steypakappingina, tí tað sendi liðið beinleiðis í 2. umfar í Conference League. Tað eru helst eisini munagóðar royndir - serliga hjá nakrað yngri spælarum - at spæla móti liðum sum Hajduk Split og Gent

KÍ hevur minst fyra dystir eftir

Eins og Víkingur, kom KÍ víðari úr 1. umfari við javnleiki á útivølli og tvey-máls sigri í Klaksvík. KÍ fekk tó fleiri pening í kassan (yvir fimm milliónir krónur), tí talan er um Champions League. 

At føroyameistararnir vunnu í 1. umfari í Champions League lat upp fyri nógvum møguleikum. Tað gekk ikki samanlagt móti Malmö hóast 3-2 í Klaksvík, har Árni Frederiksberg og hansara vinstra bein settu met (11 evropeisk mál), tryggjaðu sigur og "føroysk evropeisk stig" móti svensku meistarunum. Liðið hjá Espern Haug gjørdi ov nógv mistøk og var heldur ikki skipað til tíðir í Malmö.

[object Object]
Bólturin er aftur endaður í netinum, eftir at Árni Frederiksberg hevur sveiggjað vinstra beinið (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari
Árni: - Champions League við Djúpumýru er nakað heilt serligt
Árni á søgunnar veingjum
Malmö FF-viðhaldsfólk geva sínum liði av grovfíluni

KÍ hevur fyrst møguleikan at tryggja sær evropeiskt bólkaspæl við sigri í 3. umfari í Europa League við sigri á Borac Banja Luka. Bosniska meistaraliðið vitjar Tòrsvølli til fyrra dystin hósdagin 8/8.

Um KÍ fer úr næststerkastu kappingini í hesum umfarinum ella eftir play-off, so "dettur liðið" niður í Conference League (play-off/ella bólkaspæl). Harvið skal ein samanlagdur sigur til afturat hjá teimum kongabláu fyri at náa einum bólkaspæli annað árið á rað, og hevur KÍ tvey skot í byrsuni.

[object Object]Vegurin hjá KÍ til bólkaspæli - beint nú stendur liðið á "Europa League Q3". Mánadagin verður greitt, hvørjum KÍ kann møta eftir dystirnar móti Banja Luka

Evropeiskan dyst hvøja viku í august eisini, nú tað verður "heystarkent". Næsta ár hevur møguliga eitt annað felag møguleikan at fara ígjøgnum Champions League og aðrar kappingar. Sum nevnt omanfyri eru eisini størri fyrimunir við vinna steypakappingina nú.

Bæði HB og Víkingur eru við í kappingini um bæði steypini, sum sanniliga eisini geva evropeiskar og fíggjarligar fyrimunir næsta ár.

UEFA Europa League 3. umfar

Fyrri dysturin, hósdagin 8/8
KÍ - Borac Banja Luka (Bosnia & Hersegovina) - á Tórsvølli

Seinni dysturin, hósdagin 15/8
Borac Banja Luka (Bosnia & Hersegovina) - KÍ 

Samlaði vinnarin fer víðari til play-off umfari í Europa League. Samstundis er tað liðið tryggjað pláss í einum bólkaspæli, tí um man tapir í play-off umfarinum í Europa League, so endar liðið í bólkaspælinum í Conference League. Tað var hetta, sum hendi hjá KÍ í fjør.

Hóast KÍ skuldi tapt samanlagt fyri Banja Luka, so er ein eyka møguleiki eftir: Play-off í Conference League.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder