Tað kann gerast talan um eitt stórt hondbóltskvøld í fullsettu høllini á Hálsi í kvøld, har Føroyar taka ímóti Rumenia í triðja umfari í undankappingini til EM-endaspølið 2024 í manshondbólti.
Málið hjá Føroyum er pláss í hesum endaspælinum - hetta hevur verið greitt í nøkur ár. Menningin hevur eisini verið har hjá einstøku liðunum, ið nú spæla á hægri og hægri støði, og Peder Bredsdorff-Larsen og toymi hava skjótt staðið á odda í tvey ár.
Sí eisini: Landsliðsvenjarin: - Vit skulu jagstra dreymarnar
Byrjanin uppá hesa undankappingina var tó ikki heilt sum ætlað. Føroyar taptu fyri Ukraina (úti - við fýra málum) og Eysturríki (heima - við tveimum málum). Munurin í tøttu dystunum var kanska, at Føroyar ikki hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu við.
Hann varð skurðviðgjørdur í knænum í fjør men er nú aftur. Elias spældi sín fyrsta dyst í kappingarárinum hóskvøldið, har hann skoraði sjey mál og legði upp til níggju mál fyri Sävehof. 20-ára gamli spælskiparin segði við Portalin mánadagin, at man hevur verið varin við knænum, men at hann í nakrar vikur hevur vant við fullari ferð, at kroppurin er í perfektum standi, og at hann er nú til reiðar fyri Føroyar.
(Myndir: Sverri Egholm) - Sí fleiri myndir her
Føroyar eru ikki í favorittleiklutinum í kvøld - tað er Rumenia, sum er er søguliga sterkt í manshondbólti, og sum hava nógvar spælarar við rumenska stórfelagnum Dinamo Bucaresti, ið spælir í Champions League. Tað eru tó 28 ár síðani, at rumenar vóru í einum EM-endaspæli seinast, og dystirnir móti Føroyum í hesari vikuni kunnu gerast avgerandi fyri bæði londini: Klárar Rumenia at koma aftur í fína bólkin, ella klárar føroyskur hondbóltur at taka enn eitt risa fet.
Heimavøllurin kann eisini gerast ógvuliga týðandi - tað er hann ofta í hondbólti, sum Ári Rouch frá Hondbóltssambandinum vísti á í samrøðu við Portalin mánadagin. Tað eru eisini seld umleið 1.600 atgongumerki til dystin.
Les eisini: Útselt til EM-brakið
Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023
19.00: Føroyar - Rumenia
Støðan í bólki 4 eftir tvey umfør:
Eysturríki 4 stig
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 0 stig
Portalurin fer at hava ymiskt tilfar til sjálvan dystin, sum annars kann síggjast í KVF; beinleiðis frásøgn verður á FM1.
Tað snýr seg um at koma upp á í minsta lagi 3. plássi í bólkinum. Fýra teir bestu trý'arunum útav teimum átta koma víðari til EM. Nøkur stig ímóti Rumenia í vikuni - liðini spæla aftur í Bukarest leygardagin - skumpa tingini tann rætta vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald