Fyri viku síðani spældi KÍ seg, sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð, víðari til Playoff-umfarið í Europa League. Tað gjørdu føroyameistararnir við at vinna 6-1 á Dinamo Tbilisi á Tórsvølli. Hetta var størsti sigurin hjá einum føroyskum liði í evropeiskum dysti nakrantíð, og hetta gav endurljóð kring Evropa.
Í Klaksvík snýr alt seg um KÍ um í hesum døgum, og kring Føroyar er eisini spenningur, nú eitt føroyskt lið kann spæla seg í eitt bólkaspæl á fyrsta sinni. Í KÍ-hópinum í Dublin er ikki fokus á, hvat ein sigur kann føra til, men taka hetta sum ein vanligan dyst ið man fer inn fyri at vinna.
Les eisini:
Jákup B. Andreasen:- Merkja stuðulin frá øllum har heima og tað gevur okkum eyka styrki
Mikkjal Thomassen: - Teir tímarnir døgnið hevur fara stór sæð allir til fyrireiking hjá mær
Sí video: Garrvill skúlabørn við Djúpumýrar
Dundalk er mest vinnandi felagið í League of Ireland Premier Division. 14 ferðir hevur felgið frá býnum, ið er 80 kilometrar frá Dublin, vunnið meistaraheiti. Í kvøld verður spælt í júst Dublin, á tjóðarleikvøllinum Aviva. Hetta er av teirri orsøk, at hemavøllurin hjá Dundalk ikki er góðkendur til dyst í Play-off umfarinum. Eingir áskoðarar verða til dystin, har ógvuliga nógv er uppá spæl hjá báðum liðum. Reint fíggjarliga er tað ein pakki á í fyrstu syftu beint yvir 3 milliónir evrir - 22 milliónir krónur. Fyri Dundalk, sum hevur stríðst seg her til eftir tættar dystir á útivølli í undanfarnu umførunum, er tað møguleikin fyri at endurtaka bragdið frá 2016.
Les eisini: Dundalk hevur roynt tað fyrr
Eitt føroyskt lið hevur ongantíð spælt móti einum írskum í evropeiskari kapping. Páll Klettskarð hevur áður spælt á írska tjóðarleikvøllinum - tað var við A-landsliðoð í 2013, tá Føroyar taptu 3-0. Í kvøld verður Aviva Stadium verður karmur um føroyska fótbóltssøgu, og hon kann gerast størri og meira áhugaverd, og næstan óverulig, um tað eydnast hjá KÍ at vinna.
Mikkjal Thomassen fegnast her, eftir at KÍ hevur spælt seg víðari móti Riterai í 1. umfari í Europa League í fjør. Í kvøld kann KÍ aftur skriva søgu (Mynd: Sverri Egholm)
Dundalk er í løtuni nummar fimm í League of Ireland Premier Division. Meistararnir hava spælt tveir dystir færri enn hini liðini, men eru langt frá oddinum og fingu fyri kortum ein nýggjan venjara. Tað er italienski Filippo Giovangnoli móti føroyska Mikkjal Thomassen, ið hevur ført KÍ so nær einum bólkaspæli. Heimaliðið er uttan sín leikbannaða liðformann, Chris Shields ið er Dundalk-leikarin við flest royndum fyri felagið, men er rímiliga greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum - tað var Dinamo Tbilisi eisini undan dystinum á Tórsvølli fyri viku síðani.
Fyrsta bríksl á Aviva leikavøllinum verður klokkan 19.30. Kringvarp Føroya vísur dystin, ið kann síggjast á kvf.fo - í øllum londum uttanfyri Stórabretland og Írland. FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Dublin. Vit dagføra frá dytinum og hava ymiskt tilfar frá honum - millum annað úr Klaksvík, har dysturin verður vístur á stórskíggja við Djúpumýru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald