Í Burn-deildini er annað finaluliðið funnið. Eftir at øll fýra liðini hava spælt tvær hálvfinalur er greitt, at H71-menninir aftur skulu spæla um FM-gull, og at ein triðja og avgerandi FM-hálvfinala er neyðug millum VÍF og H71. Hon er á skránni í morgin, hósdagin 18.04, klokkan 19.30 í Vestmanna
Sí eisini: H71 aftur í FM-finalunum - VÍF svaraði aftur í stórum stíli
Í kvøld fara hálvfinalurnar í SMS-deildini í gongd. Tað er eitt sindur aftanfyri har, av tí at landsliðsvindeyga hjá kvinnum var fyrstu vikuna í apríl.
Fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini
Í dag, mikudagin 17.04
18.00: StÍF - Neistin
20.00: VÍF - Kyndil
Liðið, ið fyrst vinnur tvær hálvfinalur, spælir seg í FM-finalurnar. Tað er "best av trimum"
Kyndil vann steypakappingina, grundspælið og tær grønu í Havn vunnu eisini allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti VÍF. Vestmannakvinnur koppaðu føroyameistarunum í fjórðingsfinaluni í Hoyvík - eftir brotskøst - og nú er stór avbjóðing fyri framman. Helst er neyðugt hjá VÍF at vinna hesa fyrstu hálvfinaluna. Um talan verður um tríggjar finalur vera tvær tær næstu á Hálsi.
Les eisini: StÍF og VÍF eru í hálvfinalunum
Á pappírinum er meira spenningur um uppgerðina millum nummar tvey og nummar trý. Neistin hevur sveiggjað nógv í ár og skal nú spæla uttan Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum er skurðviðgjørd fyri brot í fingrinum. StÍF hevur heimavøllin í kvøld og vann ein av innanhýsis uppgerðunum í grundspælinum. Liðið er styrknað gjøgnum árið, og spennandi verður at síggja hvussuu liðini standa til hvørt annað nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald