Lagnan hjá Viking Stavanger komandi kappingarár varð avgjørd í gjárkvøldið. Tað varð hon í seinasta triðja og seinasta upp- og niðurflytingardystin.
Viking vann tann fyrsta í Stavengar við einum máli seinasta týskvøld, men í Nøtterøy sunnudagin endaði tað 31-25. Harvið skuldi alt avgerast í Stavanger, og tað endaði við, at liðið úr næstbestu deildini vann seg upp og harvið sendi Viking Stavanger niður.
Føroyingaliðið var rakt av skaðum, millum annað var fyrsti málverjin Ole Andre Lerang uttanfyri, og megnaði ikki at gagnnýta sínar møguleikar í dystinum. Millum hevði Kjartan Johansen onkrar góðar møguleikar, tá dysturin skuldi avgerast. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at afturat misnýttu møguleikunum, so høvdu skeivar dømingar eisini sína ávirkan.
Í høvuðsheitinum hevur 2021 verið ógvuliga tungt fyri teir í felagnum, tí óvissa hevur valdað allatíðina. Tá fyrsti dysturin móti Nøtterøy varð leiktur, vóru tað júst fimm mánaðir síðandi seinasta kappingardystin hjá Viking.
Kjartan og Jónas síggjast her í miðjuni. Strandingurin hevur spælt sín seinasta dyst fyri Viking Stavanger - Jónas skrivaði í apríl undir nýggjan sáttmála við felagið (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið var aftanfyri við tveimum málum í steðginum, men var á odda við einum máli tá fimm minuttir vóru eftir, men endaspurturin hjá útiliðnum var nógv betri, og Nøtterøy vann 31-28. Jónas Gunnarson Djurhuus var toppskjútti fyri heimaliðið við seks málum.
Kjartan Johansen fer nú at royna seg í bestu svensku deildini. Hoyvíkingarnir Jónas Gunnarson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal eru lyklaleikarar í Stavanger og báðir hava longt sáttmálan við felagnum, so at teir eisini spæla har næsta ár. Tað verður so í næstbestu deildini aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald