Hondbóltur

Kiel spælur fyrru fjórðingsfinaluna í Fraklandi í kvøld

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ógvuliga ivasamur til dystin, sum byrjar 19.45. Hesar uppgerðirnar kunnu endaliga staðfesta, hvat kappingarár tað verið fyri Kiel.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt stóran leiklut hjá Kiel í Champions League í ár, har liðið vann bólkin. Vegna stoytin móti Fücshe sunnudagin, er ikki vist, um hann fær spælt í fyrru fjórðingsfinaluni í Fraklandi

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt stóran leiklut hjá Kiel í Champions League í ár, har liðið vann bólkin. Vegna stoytin móti Fücshe sunnudagin, er ikki vist, um hann fær spælt í fyrru fjórðingsfinaluni í Fraklandi

2024-04-24 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úti av steypakappingini tíðliga, úti av meistarastríðnum tíðliga og ikki eingongd nær Champions League-plássi næsta ár gjøgnum Bundesliguna. Tað hevur til tíðir verið ógvuliga tungt hjá THW Kiel í 2023/2024 men í Champions League hevur tað gingið væl. Kappingin stendur eftir sum einasti møguleiki hjá mest vinnandi týska felagnum at fáa nakra veruliga viðurkenning fyri kappingarárið.

Alt hetta hvílir á herðunum hjá Filip Jicha, og venjarin skal millum annað taka avgerð um, hvussu nógv Elias Ellefsen á Skipagøtu skal spæla. Hóast kappingarárið hjá unga føroyska spælskiparanum eisini hevur heldur svingandi, so hevur hann veruliga tikið ábyrgd í serliga Champions League - við fleiri dystum sum toppskjútti og dagsins spælari - og í Berlin sunnudagin vísti Elias eisini sínar serligu dygdir.

Les eisini: Elias lyklaspælari í Berlin - men noyddist út við skaða

Trupulleikin var bara, at 21-ára gamli hoyvíkingurin merkti okkurt í knænum eftir harðan stoyt í samband við takkling frá svianum Max Darj. Elias á Skipagøtu hevur havt trupulleikar við júst hesum knænum áður.

Kringvarpið skrivar í dag - útfrá útsagnum hjá Eliasi - at "tað er nærum púra vist, at føroyski spælskiparin verður við í playoff-dystunum ímóti Norðurmakedónia í mai"

[object Object]
Tað er staðfest, at skaðin ikki er álvarsamt, og harvið bendir meira á, at Elias á Skipagøtu kann spæla fyri Føroyar í avgerandi dystunum um HM-pláss (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí tvær vikur eru til fyrra HM-play-off dystin móti Norðurmakedónia, har spælskiparin sjálvandi er ætlaður stóran leiklut hjá Føroyum. Kiel hevur tríggjar dystir áðrenn tað, og har eru tær báðar fjórðingsfinalurnar móti Montpellier avgjørt lykladystirnir fyri alt kappingarárið higartil. Tað snýr seg millum annað um, hvussu/um knæiðið "reagerar" eftir venjing og dyst aftur.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var við í ferðalagnum hjá Kiel í gjár, men tað merkir ikki, at hann fer at spæla. Sambært kvf.fo var tað framvegis óvist um middagsleitið, og  byrjar spælskiparin ikki at venja aftur fyrrenn seinni í vikuni. Seinni dysturin verður í Kiel um eina viku - liðið hevur ongan dyst ímillum hesar.

Sí eisini: 
Støðan hjá Eliasi verður greiðari í vikuni
Video: Seta sjóneykuna á Elias Ellefsen á Skipagøtu

Lagt er upp til tætta uppgerð millum Montpellier og Kiel. Fyrri dysturin í dag byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð í dag.  Hann sæst ikki á kanalum, sum man vanliga hevur í Føroyum. handball-kanalen.tv hevur góða stroyming, men tað kostar, og tað er ikki vist, at tað riggar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder