Vinna Føroyar í dag, ella spæla javnt, so bíða Danmark, Rumenia og Eysturríki í EM-undankappingini. Um Ísrael vinnur, so eru ongar stórar avbjóðingar fyri framman hjá føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum í meira enn eitt ár.
Tað er tað, sum stendur uppá spæl, tá Føroyar og Ísrael bresta saman í Høllini á Hálsi klokkan 16.
Ísrael tapti 28-24 fyri Finnlandi í gjár, so Føroyar mugu metast at vera í favorittleiklutinum – íhvussu er um liðið spælir upp ímóti støðinum, ið liðið var á seinastu tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki og
seinastu tjúgu minuttirnar av seinnia hálvleiki móti Finnlandi fríggjakvøldið. Tá stríddu føroysku kvinnurnar seg til ein sera umráðandi 21-19 sigur
Les eisini: Føroyar tóku eitt fet nærri undankappingini
Fríggjakvøldið vóru Ingun Kristina Persson og Tóra Eliasen ikki á dómaraseðlanum. Spurningurin er, um báðar, ella onnur av teimum, avloysa aðrar leikarar í kvøld. Súna Krossteig Hansen er darvað av knænum, men hóast hon als ikki fekk runnið ordligt, so gjørdi hon stóran mun í 2. hálvleiki fríggjakvøldið og spælir allarhelst aftur í kvøld.
Mynd: Sverri Egholm
Portalurin verður á staðnum, og hevur myndir, samrøður og samanumtøku av dystinum. Avgerandi dysturin kann síggjast í Kringvarpinum og stroymast á live.hsf.fo. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.Tað er ikki almenn atgongd til dystin orsakað av koronustøðuni.
Sí eisini:
Marianna Geirsdóttir Eystberg: Lorta fyrri hálvleikur men vit koma sterkt aftur og vinna
Annika Fríðheim Petersen: Hetta gevur men vit eru ikki víðari enn
Fótbóltur
Lagnustund móti Ísrael
Føroysku kvinnurnar skulu vinna ella spæla javnleik í Høllini á Hálsi í dag. Um tær gera tað, so er plássið í EM-undankappingini, og harvið seks dystir komandi árið, tryggjað.
Føroyar vunnu við tveimum málum á Finnlandi fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
2021-06-06 13:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald