placeholder
Fótbóltur

Nú skulu hini átta liðini í gongd

Tað er á pappírinum størst spenningur um dystin í Sarpugerði, har B36 vitjar. Tað er sum heild nakað serstakt við fyrsta umfarinum - allir dystirnir byrja klokkan 15.

Øll byrja á null, men í mun til tvey tey síðstu árini jagstrar B36 Víking og hini liðini omanfyri seg. Geza David Turi verður kanska uppaftur meira umráðandi fyri Víking, í mun til undanfarin ár (Mynd: Bjarni Enghamar)

Øll byrja á null, men í mun til tvey tey síðstu árini jagstrar B36 Víking og hini liðini omanfyri seg. Geza David Turi verður kanska uppaftur meira umráðandi fyri Víking, í mun til undanfarin ár (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-03-05 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur og ÍF løgdu út við einum inntensum fótbóltsdysti í Sørvági í gjárkvøldið, har Uros Stojanov og Jasper van der Heyden gjørdust avgerandi.

Sí eisini: 
Uros: Hava arbeitt við júst hasum til venjing
Janus Svabo Samuelsen: - Vit skulu hava fleiri stig enn i fjør
Alex Jovevic: -Spælararnir góvu alt í dag og eg eri stoltur av teimum

Seinnapartin skulu hini átta liðini í Betrideildini í eldin. Veðurforsøgnin hevur ikki sæð so gott út, men sum nú er, liggur tað í kortunum, at allir dystirnir verða spældir sum ætlað.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, Sunnudagin 05.03

15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

Í gjár, leygardagin 04.03

07 Vestur  - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov (Jasper van der Heyden) 1-0

Uros tryggjaði 07 Vestur trý stig móti gamla felagi sínum
Myndir: 07 Vestur - ÍF

Allarstørsti favoritturin er tvífaldi føroyameistarin KÍ, sum tekur móti uppflytaranum TB. Hvussu stór gjógvin er millum tey bæði elstu feløgini í landinum er, fæst eitt greðari svar uppá við Djúpumýru í dag, har Magne Hoseth hevur sín fyrsta almenna dyst.

HB er eisini stórfavorittur - á heimavølli móti B68 sum manglar fleiri álopskendar spælarar. Spurningurin er so, um Jákup á Borg og hansara menn kunnu arga teir reyð-svørtu í høvuðsstaðnum. HB hevur í vetur víst, at man vil leggja nógv fyri at royna at bjóða av um FM aftur.

Sí eisini: 
Mads Borchers: - Eru uppsettir at fara eftir meistaraheitinum
Alex og Aleksandur: -Skulu vísa øllum at hart arbeiði gevur stig
Jákup á Borg: -Um man einki hoyrir um eitt felag er tað tí man ikki ger fortreð

Tað var Víkingur, sum í fjør endaði við silvurheiðursmerkjunum og vann kappingina um Løgmanssteypið. Bárður Hansen og Noah Mneney eru ikki longur á liðnum, men Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur. B36 vil nærkast topp-trý og hevur roynt at styrkt seg á ymiskan hátt. Nýggi áleyparin Valerijs Sabala er ikki tøkur, tí at pappírini við ymiskum loyvum ikki eru komin uppá pláss enn.

Dysturin í Sarpugerði er rímiliga tættur á pappírinum - tað er tann á Eiði, har AB er á vitjan, eisini. Hetta er fyrsti dystur hjá Sigfríði Clementsen sum venjari í Betrideildini síðani oktober 2018, og talan er um eitt nakað øðrvísi EB/Streyma lið í mun til í fjør, tá liðið fekk 35 stig og endaði á 5. plássi. Styrkislutfalli millum hesi bæði liðini verður greiðari eftir uppgerðina í dag.

Portalurin fylgir Betrideildini tætt í 2023. Vit verða fyrst á staðnum í Gundadali við myndatalinum. Eisini hava myndir, dystarfrásøgn og samrøður úr Sarpugerði.

Sum vant er beinleiðis dagføring frá øllum dystunum á forsíðu okkara. Í ár er talan um samstarv við dystir.fo. Málini koma inn so hvørt, og síðani ber til at klikkja seg inn á hvønn einstakan dyst fyri at síggja fleiri tøl og smálutir.

[object Object]
Skíggjamynd av "livescore" á portal.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder