Hondbóltur

Nú verða hálvfinalurnar settar á breddan

Neistin og H71 hittast í Høllini á Hálsi í annaðkvøld. Hósdagin vitjar VÍF í Klaksvík. Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum eru á skránni í vikuskiftinum.

Team Klaksvík var aftanfyri við fýra málum í Kollafirði, men tað vóru teir í myrkabláum, ið kundi fegnast eftir síðsta bríksl. Annað árið á rað er liðið úr Klaksvík í FM-hálvfinalunum (Mynd: Sverri Egholm)

Team Klaksvík var aftanfyri við fýra málum í Kollafirði, men tað vóru teir í myrkabláum, ið kundi fegnast eftir síðsta bríksl. Annað árið á rað er liðið úr Klaksvík í FM-hálvfinalunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-11 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vórðu tær báðar FM-fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini hjá monnum spældar. Skírisdag vann Neistin á Skála, og leygarkvøldið var tað Team Klaksvík, ið sigraði eftir stórt hondbóltsdrama í Kollafirði.


Sí eisini: 
Myndir: Neistin vann seg í hálvfinaluna eftir inntensan dyst
Ovi Lützen: - Hesir dystirnir eru teir bestu

Myndir: Team Klaksvík varpaði KÍF úr FM-stríðnum
Jens Pauli Poulsen: - Hetta er tí man spælir hondbólt

Harvið vunnu bæði útiliðini. Bæði liðini vunnu eisini við einum máli, og ætlanin at fáa dramatiskar avgerandi dystir eydnaðist. Nú eru liðini, sum endaði nummar trý og fýra í grundspælinum úti, og tey sum endaðu nummar fimm og seks skulu roynda seg móti ávíkavist nummar 2 og nummar 3. Liðið sum fyrst fær tveir sigrar, vinnur sær finalupláss.

H71 og Neistin leggja út í annaðkvøld. Við at hava fingið Paula Jacobsen og Petur Krogh, og so eisini Niklas Hanusarson, aftur, hava hoyvíkingar fingið vind í seglini. Nú skulu steypavinnararnir royna at koppa ungu Neistamanningini, sum hevur roynda Tróndur Kragesteen at stuðla uppundir - ivasamt er hvussu stóran leiklut Rasmus Søby kann fáa.

Fyrra hálvfinalan millum liðini er á skránni í morgin, mikudagin klokkan 19.30 á Hálsi. Hálvfinala tvey verður spæld í Hoyvík leygarkvøldið.

[object Object]
Ein flúgvandi Tróndur Kragesteen í fjórðingsfinaluni á Skála skírisdag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ovi Lützen skoraði átta mál móti StÍF og kann aftur gerast týðandi hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)

Um H71 er favorittur móti Neistanum, so er VÍF so avgjørt favorittur móti Team Klaksvík. Klaksvíkingar vóru tó knáir í Kollafirði leygarkvøldið og vendi øllum á høvdið - teir hava eisini kortsíðani vunnið í Vestmanna. Mladen Mjerimacka er á veg aftur frá skaða, og um VÍF spælir upp til sítt støði, so er finaluplássið hjá besta liðnum í grundspælinum komið uppá pláss sunnudagin.

VÍF vitjar í Klaksvík hóskvøldið, har tað helst verður heilt nógv fólk í høllini.


Hálvfinalur 1

Mikudagin 12. apríl kl. 19.30 Neistin – H71

Hósdagin 13. apríl kl. 18.30 Team Klaksvík – VÍF

Hálvfinalur 2
Leygardagin 16. apríl kl. 18.00 H71 – Neistin

Sunnudagin 16. apríl kl. 19.00 VÍF – Team Klaksvík

Hálvfinalur 3
Um liðini vinna hvør sína av hálvfinalu 1 og 2, verður triðja hálvfinalan hósdagin 20. apríl

Skrá: hsf.fo


Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum eru á skránni í vikuskiftinum: Stjørnan - VÍF leygardagin og Neistin - StÍF sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder