Klokkan 16.30 í morgin bríksla Daniel Rapa og Jákup Sverri Kass steypafinaluna hjá kvinnum í gongd. Lagt er upp til eina spennandi finalu, hóast H71 hesaferð er ein greiðari favorittur, enn nakað av liðnum var í fjør. Kyndil og H71 spældi eina málríka og góða steypafinalu
Síðani hevur Kyndil mist Súnu Krossteig Hansen, og stórasysturin Bára Krossteig Hansen hevur ikki spælt seinastu tíðina.
H71 hevur spælt í European Cup í vetur og er í løtuni greitt oddalið í SMS-deildini. Hoyvíkskvinnur eru ósigraðar í landskappingini og hava bert mist eitt stig: Tað var í javnleikinum móti Kyndli í Høllini á Hálsi í oktober. Tá liðini hittust aftur í desember í Hoyvík, vann H71 36-29.
H71 vann steypið í 2020 og 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kyndil skal støgða álopsmaskinuni hjá H71 við Janu Mittún á odda. Til tað krevst at Jovana Stranjanac í málinum stendur, og so er afturvenda Bjarta Osberg Johansen sum heild ein lykil. Í álopspartinum hongur nógv á Turið Arge Samuelsen, men Nadja Pajovic skal eisini skjóta neyðugu málini. Zachariassen-tvíburðarnir í miðverjuni er ein lykil hjá H71.
Hoyvíkskvinnur vóru í sínari fyrstu steypafinalu í 2020 og hava ikki fingið afturhald síðani. Eftir tvey steypagull á rað til Hoyvíkar, støðgaðu tær grønkløddu úr høvuðsstaðnum røðini í fjør, tá Kyndil spældu í sínari fjórðu finalu uppá seks ár. Samanlagt hava kyndilskvinnur fimm steypagull - fýra eru komin til høldar síðani 2014.
Steypafinalur seinastu tíggju árini:
2023: Kyndil - H71 ??
2022 Kyndil – H71 36-34
2021 H71 – Neistin 22-20
2020 H71 – VÍF 24-23
2019 Kyndil – VÍF 31-24
2018 VÍF – Kyndil 23-19
2017 Kyndil – Neistin 26-21
2016 Neistin – VÍF 17-16
2015 Neistin – Kyndil 24-19
2014 Kyndil - Neistin 19-14
Kelda: hsf.fo
Les eisini: Hoyvíkingar fara eftir fjórða steypagullinum á rað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald