Tað gjørdist ein langur og sera góður flogbóltsdagur í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár. Fýra hálvfinalur vórður leiktar, og hjá kvinnunum var neyðugt við fimm-settarum.
Mjølnir og Fleyr vóru omaná hjá monnum; í báðum førum var talan um 3-1 sigrar. Hjá kvinnum vann SÍ eftir sera spennandi dyst ímóti KÍF, og tað var ikki minni dramatiskt, tá Fleyr basti Mjølni við at venda 0-2 til 3-2.
Steypafinalurnar verða leiktar leygardagin 2. mars í Stórhøllini á Hálsi. Fleyr hevur møguleika at endurvinna steypið hjá kvinnum, meðan nýggjur vinnari skal finnast hjá monnum. Í fjør vann SÍ II á ÍF í finaluni.
Sí fleiri myndir frá degnum í gjár her
Kvinnur:
SÍ - KÍF 3-2
26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10
SÍ víðari eftir fimm settara
Mjølnir - Fleyr 2-3
25-17, 25-21, 17-25, 23-25 og 12-15
Fleyr vendi 0-2 til 3-2
Finala: Fleyr - SÍ
Menn:
Fleyr - ÍF 3-1
26-28, 25-20, 25-23, 26-24.
Fleyr í finaluni eftir spennandi dyst
Mjølnir - Fleyr 3-1
25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.
Mjølnir er í steypafinaluni
Finala: Fleyr - Mjølnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald