Hondbóltur

Spania alt ov sterkt í finaluni

Føroysku U19-kvinnurnar byrjaðu annars betri men mistu so tamarhaldið. Spenningurin fór úr dystinum, og Spania vann stórt.

Hóast føroyska leiðslu tíðliga, fekk Spania tálmað okkara kvinnum stóran partin av EHF Championship-finaluni. HM-dreymurin er tó helst ikki av hjá Føroyum (Mynd: EHF/turankinis)

Hóast føroyska leiðslu tíðliga, fekk Spania tálmað okkara kvinnum stóran partin av EHF Championship-finaluni. HM-dreymurin er tó helst ikki av hjá Føroyum (Mynd: EHF/turankinis)

2023-07-16 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar stríddu seg í finaluna í gjárkvøldið við at vinna eftir brotskøst móti Slovenia. Hósdagin vann Spania við einum í bólkafinaluni, sum føroysku U19-kvinnurnar eins væl kundu vunnið. Harvið varð lagt upp til spennandi finalu í EHF Championship millum kappingarfavorittin úr Spania og avbjóðarin úr Føroyum, men soleiðis varð ikki. At føroysku kvinnurnar vóru merktar av hørðu hálvfinaluni í gjár er helst eingin ivi um, men Spania spældi bara nógv betri samanlagt.

Finalan byrjaði annars við sannførandi føroyskum álopsspspæli, nøkrum fínum verjustøðum og bjargingum frá Silju Arngrímsdóttir Müller, og einaferð høvdu Føroyar møguleika at leggja seg á odda við trimum. Ístaðin bjargaði spanski málverjin, og so minkaði Spania til 5-4. 

Tað gekk skjótt verri hjá Føroyum. Miðskeiðis í hálvleikinum vóru okkara aftanfyri við trimum, og í stegðinum var munurin seks mál. Føroyska verjan hevði trupult at steðga so at siga øllum pørtunum av spanska spælinum, og eins og í dystinum hósdagin varð álopsspælið nógv órógvað av, at Spania fór longur fram at verja. Tað tyktiskt til tíðir óskipað hjá Føroyum, ið høvdu trupult var at koma til upplagdar møguleikar. Tá so tað eydnaðist, var skerpni ikki nóg høgt: Føroyar skoraði uppá bert 53 prosent av sínum skotum í dag, sum er 14 prosent lægri enn í gjár.

Spanska liðið skoraði hinevgin uppá 71 prosent, og stutt eftir steðgin var leiðslan økt so nógv, at eingin vegur var aftur hjá Føroyum. Seinasti stóra partin av dystinum vistu helst øll í høllini, hvat útfallið fór at vera. Samlaði munurin var ellivu málum, og tað er at irða seg um, at finalan ikki gjørdist tættari.

Føroysku U19-kvinnurnar hava tó spælt eina flotta kapping og koma heim við silvurheiðursmerkjum í viðførinum. Eftir finaluna vórðu Bjørk Franksdóttir Joensen (høgri bakkur úr Neistanum) og Karin Egholm (høgri vongur úr H71) valdar til besta liðið í kappingini (All Star-liðið)

Útfrá upplýsingunum, sum Hondbóltssamband Føroya hevur fingið frá EHF, so er framvegis møguleiki hjá hesum árgangunum at koma til HM-endaspælið fyri U20-lið næsta ár. Play-off dystir verða í november - helst við nummar eitt og tvey frá EHF Championship-kappingunum. Tað er tó ikki endaliga váttað enn.

U19 European Championship, 3. umfar
Klaipedia, Litava - sunnudag 16. juli
Føroyar - Spania 23-34 (12-18)

Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 5-4
15 min. 6-9
20 min. 8-13
25 min. 9-15
30 min. 12-18
35 min. 13-20
40 min. 15-24
45 min. 16-27
50 min. 18-29
55 min. 19-32

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 5 (3)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Sára Lagos 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Lea Mohr 1
Barbara Hammer 1
Silja Heðinsdóttir 1
Inga Maria Roysdóttir 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Hanna Dalsgarð Jakobsdóttir 1

Skoteffektivitetur (Føroyar):
23/43
(Mál/Skot) = 53 prosent

Bjargingar: 
Silja Arngrímsdóttir Müller 7/33 skot) = 21 prosent 

Tekniskar villur: 
Føroyar: 18
Spania: 12

Útvísingar: 
Føroyar: 1
Spania: 6
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder