EM-undankappingarbólkurin við Danmark, Eysturríki, Føroyum og Rumenia fór í gongd, tá tey bæði síðstnevndu spældu í Rumenia mikudagin. Føroyar vóru væl við í dystinum fram til nakað inn í 2. hálvleik men taptu at enda við sjey málum - nakað ið tær á føroyska liðnum ikki vóru nøgdar við, hóast sterku mótsstøðuna.
Sí eisini:
Ikki ov neyvar í seinna hálvleiki
- Tær eru hondbóltsspælarar líka sum vit
Hóskvøldið, áleið somu tíð sum flogfarið við føroyska ferðalagnum royndi at seta seg í Vágunum, spældu Danmark og Eysturríki í Horsens. Donsku kvinnurnar vunnu 27-22, og liðið hjá Jesper Jensen er greiður favorittur at vinna bólkin og harvið spæla seg beinleiðis til EM-endaspælið, sum verður í desember næsta ár.
Fyri føroyska liðið snýr tað seg um at eisini royna at vera við í hesum dystinum so leingi sum gjørligt. Til tað krevst millum annað at taka ferðina úr dystinum í summum førum, ein verja, ið hongur sera væl saman, ein Annika Fríðheim Petersen, sum tekur nógvar bóltar og eitt tolið álop, sum spælir møguleikarnir so stórar sum gjørligt, og síðani gagnnýta teir.
Myndir: Sverri Egholm
Hetta er lættari sagt enn gjørt, men hetta vóru nøkur av tingunum, ið føroysku spælararnir vóru inni á í gjár, tá vit fingu orðið á nakrar. Allar nevndu eisini áskoðararnir, ið kunnu fáa stóra týdning í dag. Atgongumerki verða seld við dyrnar, og vónað verður at høllin verður fullsett.
Sí eisini:
Myndir: Frireika seg til stóru uppgávuna í morgin
Jana Mittún: - Hetta er nógv hægri tempo
Pernille Brandenborg: Føroyar merkja ógvuliga nógv fyri meg
Tað er eingin ivi um, at tað kann gerast heilt stórur muni á máltalvuni, um Danmark veruliga fær sítt spæl at koyra, og føroyska liðið ikki spælir upp ímóti sínum besta. Talan er um so at siga júst somu leikarar, ið vóru við til at enda nummar fýra til EM-endaspælið í desember, meðan hjá Føroyum var neyðugt við undan-undankappingardystum fyri at koma hertil. Tó er eyðsæð, at føroyska liðið og leikarar eru í menning - nakrar spæla til dømis í bestu donsku deildini - og eitt gott avrik í dag kann vera eitt umráðandi fet á røttu leiðini.
Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi í dag verður klokkan 16.15. Vit verða til staðar og hava ymiskt tilfar frá dystinum, sum kann síggjast í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald