Hondbóltur

Stórt steypakvøld í væntu

Tað er møguleiki fyri, at tað eins í 2020 og 2021 gerst talan um tvífalt steypagull til Hoyvíkar.

Kyndil fór avstað við steypinum í fjør eftir at hava skorað 36 mál móti H71. Nú skulu hoyvíkskvinnur royna at løna teimum í grønum aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil fór avstað við steypinum í fjør eftir at hava skorað 36 mál móti H71. Nú skulu hoyvíkskvinnur royna at løna teimum í grønum aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-25 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá Kyndli snýr tað seg um at royna at endurvinna og um at vinna fimta steypagullið uppá tíggju ár. H71 hevur tó verið sterkari í SMS-deildini í ár og er á pappírinum favorittur - tey uttanveltaðu ynskja helst mest eina eins spennandi finalu sum í fjør, tá talan gjørdist um longda leiktíð. 

Kollfirðingar eru í sínari fyrstu finalu síðani 2014 og skulu royna at fáa steypagull nummar tvey í søguni til høldar. Hoyvíkingar, ið mistu fleiri spælarar í summar, hava fingið markantan syrk í Paula Jacobsen fyri stuttum og fara í kvøld eftir at fáa steypið við til Hoyvíkar fjórða árið á rað. Í landskappingini í ár hava kollfirðingar verið nakað betri, og lagt er upp til eina tætta finalu.

[object Object]
H71 vann ógvuliga sannførandi sína triðju steypafinalu á rað í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl hjá kvinnum verður klokkan 16.30, og menninir byrja klokkan 19.00.
Hesir dystirnir kunnu síggjast í Kringvarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Portalurin verður á staðnum við tekst- og myndafrásøgn, og vit fáa viðmerkjingar frá steypavinnarum.

Sí eisini:
Roynd steypalið hittast
Hoyvikíngar fara eftir fjórða steypagullinum á rað
Stroymið steypafinalurnar her

[object Object]
Finaluskráin hjá teimum vaksnu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder